Evropeiski miðbankin (ECB) lækkar innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum til 2,25 prosent.
Tað sigur ECB í tíðindaskrivi.
Hetta er sjeyndu ferð á rað, at ECB lækkar rentuna. Bara í 2025 hevur miðbankin nú lækkað rentuna tríggjar ferðir.
Innlánsrentan hjá ECB var hægst á heysti 2023, tá hon var fýra prosent.
Marknaðurin roknaði við rentulækkingini, vísir Frederik Engholm, høvuðsstrategur hjá danska Nykredit á.
Hann vísir á, at inflatiónin er minkað, samstundis sum handilspolitiskur ófriður kann ávirka vøksturin í evruøkinum negativt.
- Evruøkið verður ávirkað bæði av tollhækkingunum, sum Trump fleiri ferðir hevur boðað frá og tillagað, og av tí óvissu, sum slingruta kósin hjá Trump-stjórnini viðvíkjandi tolli gevur orsøk til, skrivar hann í viðmerking.
Sambært Frederik Engholm benda fallandi inflatiónin og vakstraravbjóðingarnar á, at roknast kann við fleiri rentulækkingum hjá ECB restina av árinum.
- Tann næsta verður helst á næsta fundi í juni, skrivar hann.
Inflatiónin í evruøkinum varð roknað til 2,2 prosent í mars. Tað var ein lítil minking frá 2,3 prosentum í februar.
/Ritzau/