Leygardagur er stóri dagurin á varma­keldu

Í Føroyum plaga vit at siga, at kappróðurin er okkara tjóðarítrótt og so leingi, sum vit hava kappróður á bygdastevnunum, fara hesi stevnutiltøk at liva – hóast harða kapping frá tónleikafestivalum

 

Á øllum bygdastevnum, sum tíbetur enn liva kring landið – við kappróðri sum hæddarpunkti – er leygardagurin altíð dagurin, har flestu tiltøk eru á skrá. Soleiðis er eisini á varmakeldu í Fuglafirði í ár, sum byrjaði longu týsdagin og heldur fram til og við í morgin, sunnudagin. 

 

Tónleikafestivalarnir, sum verða hildnir kring landið í summarmánaðunum, savna nógv fólk – helst fleiri enn gomlu og hugnaligu bygdastevnurnar gera. Í Føroyum plaga vit at siga, at kappróðurin er okkara tjóðarítrótt og so leingi, sum vit hava kappróður á bygdastevnunum, fara hesi tiltøk eisini at liva.

 

Kappróðurin trívist sum ítróttagrein í Føroyum - tíbetur, skulu vit siga - og eingin dugir at ímynda sær, at kappróður nakrantíð fer í søguna.

 

Skráin fyri leygardagin á varmakeldu byrjar stundisliga klokkan 09 á Bókasavninum, har vitjandi hava møguleika at síggja gomul føroysk blaðtíðindi, har tey elstu eru meira enn hundrað ára gomul. Hetta er eitt forvitnisligt tiltak, sum hevur verið á skrá heilt síðan týsdagin í vikuni. 

 

Í morgin klokkan 10.30 fer skrúðgonga úr Ítróttarhúsinum í Fløtugerði og oman á mentanartorgið, og hálvan tíma seinni fer Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, alment at seta varmakeldu. 

 

Leygardagurin verður eisini dagurin hjá børnum í Fuglafirði, og her verður lagt fyri klokkan 12, har heitið á tiltakinum er “summarmenn í jólahýri”. Hoppiland, sum eisini verður ein møguleiki hjá børnum leygardagin, letur upp við Mentanarhúsið klokkan 13, og her verður nógv ymiskt hjá børnum at royna.

 

Klokkan 13 í morgin verður eisini skipað fyri eini rennikapping, sum fimleikarfelagið Flog skipar fyri, og henda kapping er bæði fyri børn og vaksin. Tilmelding til kappingina fer eisini fram við Mentanarhúsið klokkan 13, áðrenn farið verður at renna.

 

Fótbólturin fyllir eisini nógv í Fuglafirði, og her verður ein dystur í 1. deild leygardagin klokkan 13 millum ÍF og AB.

 

Sum vanligt verður FM-kappróður klokkan 15, men longu klokkan 13.30 verður barnaróður, sum eisini hevur stóra áhuga millum børnini, sum rógva, foreldur, ommur og abbar.  FM-kappróðurin tekur sína tíð, men eru líkindini góð, skuldi Fuglafjørður verið eitt gott róðrarøki. 

 

##med2##

 

Væntandi er, at allir róðrar eru lidnir í góðari tíð fyri klokkan 18, tí tá verður handan av heiðursmerkjum til róðrarmanningar, og tað verður formaðurin í mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu, sum fer at handa heiðursmerkini. 

 

Klokkan 14 leygardagin fer Bilasavnið í Fuglafirði at hava opið hús, og her kunnu síggjast fleiri ellisakfør, sum savnið rúmar.

 

Leygardagin verður Ribarhús opið, og í fimleikarhøllini letur ein varmakelduframsýning upp, har Signar á Brúnni fer at siga nøkur orð til ferniseringina, og Lyon Hansen fer at spæla nøkur løg. 

 

Livandi varmakelda er eisini eitt tónleikatiltak, sum verður í og við Mentanarhúsið. Her verða fleiri kend tónleikanøvn, sum fara at spæla heilt frá klokkan 19.30 leygarkvøldið til væl út á náttina, tá seinasti bólkurin fer á pall klokkan 02.

 

Leygarkvøldið klokkan 21 verður varmakeldubál og felagssangur á Oyruni, har Rúni Abrahamsen, arkitektur, fer at halda røðu, og manskórið Vega fer at syngja.