– Eg eri meira enn bara ein klovnur

– Eg havi brúkt Bamsesovs til at vísa aðrar síður av mær sjálvum, sum eg ongantíð fekk víst, tá eg gekk í fólkaskúla. Í skúlanum var eg tann friðarligi og smædni persónurin, sum var eitt sindur uttan fyri, sigur 29 ára gamli Bjørn Djurhuus, sum er maðurin handan populera vloggin, "Bamsesovs"

Millum tey ungu verður hann sæddur sum ein guru, sum bæði hevur humor og vísdóm. Navnið er "Bamsesovs", og hann er helst Føroya einasti vloggari. Á sosialu myndamiðlunum Snapchat og Instagram hevur hann síðan 2017 næstan dagliga lagt videodagføringar út, har hann skemtar, tekur álvarsmál upp, ráðgevur sínum fylgjarum og ummælir Paradise Hotel og dystir hjá Liverpool. Konseptið hevur veruliga vunnið frama, og sigast kann ikki annað, enn at hetta er slóðbrótandi innan fyri vlogging í Føroyum.

Maðurin handan Bamsesovs er 29 ára gamli Bjørn Djurhuus úr Havn, og vit hava hitt hann fyri at hoyra  meira um upprunan til Bamsesovs, og hvussu tað er at vlogga í Føroyum.

Byrjaði av tilvild

Tað var meira ella minni av tilvild, at Bjørn endaði at vlogga undir navninum "Bamsesovs". Hann fann uppá navnið í 2014, tá hann gjørdi sær ein Snapchat-brúkara, men hann brúkti ongantíð Snapchat ordiliga, fyrr enn í 2017. Hetta var eitt heldur strævið ár fyri Bjørn, sum millum annað kom úr einum parlagi hetta árið. Hann manglaði okkurt at gera fyri at fáa tankarnar eitt annað stað, og hetta riggaði Snapchat væl til. Hann byrjaði so spakuliga at filma, meðan hann fortaldi skemtisøgur og gjørdi dagføringar úr sínum gerandisdegi.

– Vinfólk søgdu við meg, at eg burdi gjørt meira við hetta. Tað tók eg til mín, og so gjørdi eg tveir "reklamufilmar" fyri Bamsesovs, sum eg legði út á Facebook og Instagram. Nøkur av teimum ungu, sum eg tá arbeiddi saman við í FK, addaðu meg, og so útviklaði tað seg bara. Knappliga byrjaðu fólk, sum eg ikki kendi, at adda meg, og eg góðkendi bara øll, minnist Bjørn Djurhuus aftur á.

##med2##

Hann hevði fatur í onkrum, føldi hann. Tí byrjaði hann at víðka um konseptið við at gera stuttligar videosketsjir, og hetta bleiv sera væl umtókt millum fylgjararnar. Longu nakrar fáar mánaðir seinni var tað blivið so vilt, at fremmand fólk byrjaðu at steðga Bjørn í býnum fyri at taka mynd saman við "Bamsesovs".

– Tá hugsaði eg bara, "Okey? Er hetta veruliga so gott?", sigur Bjørn, sum næstan ikki kann lata vera við at flenna, tá hann hugsar um hetta.

Alt er ikki bara tvætl

Góða móttøkan fekk Bjørn at umhugsa at menna vloggin enn meira, tí enn var innihaldi fyri tað mesta bara tvætl.

– Eg hugsaði, at eg mátti gera nøkur seriøs innsløg eisini. Tí tók eg nøkur evni upp sum til dømis happing, sum eg so tosaði um. Eitt populert evni var menn við hjartastorg, og so tosaði eg eisini nógv um viðurskifti í parløgum, sum fólk annars ikki tora so væl at tosa um, greiðir Bjørn Djurhuus frá.

– Eg eri ikki typan, sum leggur so nógv í, hvat fólk halda um meg. So tí kann eg gott siga nakrar tankar um hesi tingini. Alt er ikki bara fjant og fjas hjá mær. Eg eri meira enn bara ein klovnur, sigur hann.

Bamsesovs fær í dag spurningar um alt millum himmal og jørð frá sínum nógvu fylgjarum. Spurningarnir snúgva seg um alt frá tvístøðum í parløgum og vinarløgum til tankar um fótbólt. Av tí at spurningarnir eru dulnevndir, tora fólk eyka væl at spyrja Bamsesovs um góð ráð.

##med3##

– Eg havi upplivað ella sæð fleiri av teimum tingunum, sum fólk spyrja meg um, og tí riggar tað væl at hjálpa fólki soleiðis. Mær dámar eisini væl at tosa um sovorðni evnir, sigur Bjørn Djurhuus, sum hugsar seg væl um, tá hann ráðgevur.

– Eg vil ikki vera orsøkin til, at onkur tekur eina skeiva avgerð, soleiðis at eg til dømis oyðileggi eitt parlag. Tí royni eg at vera nøkunlunda neutralur og tosa um fyrimunirnar og vansarnar við teimum ymsu spurningunum uttan at koma til eina greiða niðurstøðu, sigur hann.

Var tann stilli drongurin í skúlanum

Tá mann hyggur at vlogginum hjá Bjørn Djurhuus, er mann ikki í iva um, at hetta er ein framkomin og stuttligur fýrur. Men hesari rolluni hevur 29 ára gamli havnarmaðurin ikki altíð verið í.

– Í fólkaskúlanum var eg tann friðarligi og smædni persónurin, sum var eitt sindur uttan fyri. Tá mann fyrst kemur í ta rolluna, so er tað ræðuliga ringt at bróta úr rolluni aftur. Tað upplivdi eg meginpartin av mínum tannáringaárum.

– Eg var altíð í bakgrundini sum ein bakgrundskarakterur og føldi ikki, eg kom út við, hvør eg veruliga var. Millum míni vinfólk fekk eg altíð at vita, at eg var festligur, men í størri flokkum fekk eg onkursvegna ongantíð útrykt meg uppá tann mátan, sum eg vildi, minnist hann.

– Eg tordi ongantíð at vera villur ella siga mína meining um nakað. Eg var smæðin og hugsaði øgiliga nógv um, hvørt fólk hildu, at tað, eg fór at siga, var býtt. Onkuntíð helt eg meg kanska hava eina stuttliga joke í høvdinum, men eg tordi ikki at fortelja hana, tí eg var bangin fyri, at hini ikki fóru at flenna.

– Tú skalt tora at vera tú

Men Bjørn fekk so við og við meira sjálvsálit og kom burturúr hesari rolluni. Hann hevur sjálvur eitt gott ráð, sum í hansara føri hjálpti nógv.

– Tað er gott at koma eitt stað, har eingin ella fá vita, hvør tú ert, tí so fært tú ein møguleika at vísa, hvør tú ert á nýggjum. Men mann blívur eisini noyddur til at taka í nakkan hjá sær sjálvum og hugsa, at mann hevur kjansin og so gera nakað við tað, sigur hann.

– Eg havi eisini brúkt Bamsesovs til at vísa aðrar síður av mær sjálvum, sum eg ongantíð fekk víst, tá eg gekk í skúla fyrr. Tí vil eg við Bamsesovs gjarna hjálpa øðrum, sum hava sama trupulleika, og vísa, at tað ber til at koma burtur úr tí. Eg havi allatíð lagt meg eftir at vísa fólki, at tú skalt tora at vera, sum tú ert, sigur Bjørn Djurhuus.

##med4##

Bamsesovs er ein partur av persónligheitini

Er nakar munur millum Bjørn Djurhuus og Bamsesovs?

– Bamsesovs er ein partur av mínari persónligheit, men tað er ikki øll persónligheitin. Onkur hevur hug at kalla tað eina internetpersónligheit. Mínir floksfelagar siga til dømis, at tá eg leggi fram á læraraskúlanum, so er tað sum at síggja Bamsesovs, flennir Bjørn.

– Tá eg haldi telefonini uppi og tosi við vloggin, so er eingin, sum avbrýtur meg, so tí kann eg blíva við at tosa. Eg kann virka sum ein persónur, sum kann snakka heysin av mær. Men soleiðis er tað ikki ordiliga.

– Føroyingar tora ikki at vlogga

Tað er ein sannroynd, at sera fá hava roynt seg sum vloggarar í Føroyum, og sum einasti aktivi vloggari í Føroyum hevur Bjørn gjørt sær nakrar tankar um hetta.

– Føroyingar tora ikki at vlogga, og orsøkin til tað er ivaleyst tí, at landið er so lítið, og at fólk í Føroyum hugsa so yvirdrivið nógv um, hvat onnur fólk halda um seg. Mann er bangin fyri at blíva sæddur sum løgin ella okkurt, hugsar Bjørn Djurhuus.

– Men altso eingin sigur, at mann skal gera so løgin video, sum eg havi gjørt, flennir hann.

Tað kann gott blíva nokkso einsligt at vera tann einasti vloggarin í Føroyum, og Bjørn vónar, at hetta broytir seg.

– Tað hevði verið stuttligt, um tað vóru fleiri, sum vloggaðu í Føroyum, tí so kundi mann samstarvað við tey. Tað er altíð stuttligari at gera video saman við øðrum, og tað er eisini hent, at eg havi klárað at lokkað onkran vinmann at gera video við mær. Eg vóni, at fleiri frá yngra ættarliðnum fara at royna seg sum vloggarar, sigur Bjørn Djurhuus.

##med5##

Hevði elskað at arbeitt sum vlogging sum arbeiði

Bamsesovs er í núverandi løtu bara ein hobby hjá Bjørn Djurhuus, sum lesur til lærara á Læraraskúlanum. Hann hevur ikki gjørt sær teir stóru tankarnar um framtíðina enn.

– Eg veit ikki, hvussu nógv ár eg fari at halda fram við at vlogga. Men eg fari í øllum førum at halda meg til tey stuttu videobrotini. Av tí at eg byrjaði í skúla síðsta summar, so má eg raðfesta útbúgvingina, sum merkir, at eg brúki minni tíð uppá Bamsesovs, sigur hann.

Uttanlands er tað annars vanligt, at vloggarar og influencarar liva av sosialu miðlunum, tí tey fáa pengar frá stuðlum. Sjálvur droymir Bjørn um, at hetta rákið verður vanligari í Føroyum.

– Eg hevði elskað, um eg hevði kunnað havt vlogging sum arbeiði við síðuna av skúlanum. Eg kundi eisini gott hugsað mær at havt eitt poddvarp, har fokus var á ungdómin. Men so hevði eg skulað havt tann rætta makkaran við mær, tí tað er nokk ikki nakað, eg hevði tímað at havt einsamallur. Tað hevði verið ótrúliga stuttligt, so vit fáa at síggja, sigur Bjørn Djurhuus.