Eg vil leggja alla orku í barna- og ungdómsøkið

Góði tit øll.

Eg havi áður skrivað, at eg mangan havi verið í døpurhuga, meðan eg havi sitið í Býráðnum seinastu fýra árini.

Eri glað fyri, at vit hava framt so nógv gott – og at vit hava sett so nógv gott út í kortið, sum skal gera trivnaðin og møguleikarnar betri hjá fólki. Og ikki minst, at vit hava viðgjørt fólk eftir somu virðum, hava hildið lógir og ikki hava framt rossahandlar og seráhugamál.  

Men tað er tað, sum vit ikki hava nátt á mál við, og tað, sum ikki hevur gingið akkurát sum ætlað, ið eg hugsi nógv um. Og eg havi lært óluksáliga nógv um, hvussu vit kunnu gera tað betri.

 

Mugu lyfta alt barna- og ungdómsøkið upp í Býráðnum

Eg havi arbeitt við nógvum ymsum málum av stórum týdningi í Býráðnum, men eg havi ikki kunnað farið “all-in” í tað økið, sum eg brenni mest fyri, nevniliga dagstovnaøkið og børnini.

Eg eri ongantíð vorðin meira sannførd enn nú um, at vit mugu og skulu hava ein politikara og eina ábyrgdarnevnd í Býráðnum, sum burturav tekur sær av barna- og ungdómsøkinum.

Harundir sjálvsagt dagstovnunum og øllum tí, sum skal gerast har saman við okkara dugnaligu starvsfólkum á stovnunum.

Hvat er tað so, ið eg vil stríðast fyri?

 

Tey serligu virðini á okkara dagstovnum

Jú, øll sum hava roynt at flutt frá størri býum uttanlands til Føroya sum barnafamiljur, kunnu skriva undir uppá: Í okkara vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum, er eitt heilt serligt virði, sum er tað besta grundarlagið fyri okkara børn og samfelag. Ein serligur menniskjaligur nærleiki og eitt námsfrøðiligt arbeiði og umhvørvi, sum námsfrøðingar, leiðarar og starvsfólk hava megnað at skapt – hóast lágar normeringar, eitt nógv økt barnatal og skiftandi umstøður og karmar.

Har støðið verður tikið í at møta og fevna tað einstaka barnið. Og í teimum sereyðkennum og námsfrøðiligu málum, sum hvør stovnur og starvsbólkur hevur skipað. Har tað ikki eru nøkur abstrakt mál frá “systeminum” ella frá “management-hugsanum”, ið skulu stýra, sum vit kenna tað aðrastaðni frá.

Ein  bólkur av námsfrøðingum hevur rakt seymin á høvdið við at stríðast fyri hesum virðum, sum tey hava kallað føroyska námsfrøði. At vit skulu hava føroyskar loysnir – og ikki avrita skipanir og loysnir úr stórbýum aðrastaðni.

 

Vit kunnu og vilja gera nakað við tað!

Eg veit, at í so mong ár, er ikki eitt veruligt lyft gjørt á økinum. Og at broytingin, ið er framd við leiðsluni á dagsstovnaøkinum í Býráðnum, ikki hevur verið væl móttikin millum nógvar námsfrøðingar og starvsfólk. Vit áttu sjálvandi at havt byrjað í hinum endanum.

 

Men tað ber væl til at gera nakað við tað!

Nú er á fyrsta sinni í 18 ár, sett meira peningur av til normeringar. Men tað røkkur lítið við tí eftirsleipi sum er, og tá barnatalið er økt og krøvini vaksin.

Pengarnir mugu á gólvið og til tað fakliga arbeiðið í barnabólkunum úti á stovnunum. Og vit skulu byggja á tað umhvørvi og teir førleikar, sum er skaptir úti á stovnunum og lurta nógv meira eftir vitanini og fakligheitini har í øllum ætlanum.

Vit skulu seta minst 10 mió. eyka av til námsfrøðiliga arbeiðið hvørt árið fram til 2025.

Vit skulu halda fast um at hava útibarnagarðar og útifrítíðarskúlar til tey børn og ungu, sum hava serligan tørv á tí (og behalda Spíran).

Hetta hevur Tjóðveldi sett í sína valskrá, sum kann lesast á www.tjodveldi.fo

Eg vil leggja alla orku í barna- og ungdómsøkið, og at fáa framt hesi mál, um eg fái møguleikan eftir valið 10. november.

Turið Horn

Valevni fyri Tjóðveldi á Lista E