Virkandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, hevur biðið embætisverkið um at innkalla grønlendsku floksforfólkini sum svar uppá seinastu útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Hetta skrivar Egede á Facebook í kvøld.
Trump segði fyrr í dag, at hann heldur, at ein amerikansk inntøka av Grønlandi fer at henda.
Tað vil Múte B. Egede úr IA-flokkinum, sum tapti valið í Grønlandi týsdagin, "vil ikki góðtaka."
- Eg virði úrslitið av valinum, men av tí at eg meti, at eg havi skyldu sum virkandi formaður í grønlendsku stjórnini, havi eg biðið embætisverkið um at innkalla floksforfólkini sum skjótast, skrivar Egede.
- Tí hesaferð mugu vit skerpa okkara avvísing av Trump. Vit skulu ikki framhaldandi verða viðfarin við vanvirðing. Nokk er nokk, heldur hon fram.
Tað er ikki greitt á innlegginum hjá Egede, nær fundurin verður - og hvussu avvísingin verður herd.
Stjórnarleiðarin í grønlendska landsstýrinum hevur áður skrivað soljóðandi á Facebook:
- Grønland er okkara. Vit vilja ikki vera amerikanarar, heldur ikki danir. Vit eru grønlendingar. Tað mugu amerikanarar og teirra leiðari skilja.
Í dag brúkti amerikanski forsetin ikki sjálvur orðið annektión, sum merkir at innlima eitt landaøki í egnan stat.
Men hann varð spurdur um sína hugsan um eina "møguliga anneksión".
- Eg haldi, at tað fer at henda, segði Trump.
Vinnarin av valinum í Grønlandi gjørdist Demokraatit flokkurin við formanninum Jens-Frederiki Nielsen. Hann hevur ikki gjørt viðmerkingar til seinastu útsøgnina hjá Trump.
Demokratarnir hava tó, eins og bæði núverandi grønlendska stjórnin og danska stjórnin, vrakað keypstilboðið frá Trump.
- Latið okkum gera tað heilt greitt: Grønland er ikki til sølu. Ikki í dag. Ikki í morgin. Ongantíð nakrantíð, skrivar flokkurin í valskránni.
Demokraatit segði mikudagin, at tað fer at kalla inn til orðaskifti um at skipa stjórn komandi dagarnar.
/Ritzau/