Alt er opið í okkara EM-undankappingarbólki.
Í bólki 6 er støðan aftaná trý umfør, at Niðurlond hava fýra stig, Føroyar og Kosovo hava trý stig hvør, og Ukraina hevur tvey stig.
Hóskvøldið vann Kosovo á heimavølli 31-30 (16-12) á Ukraina. Liðini hittast aftur í Litava sunnudagin klokkan 17.
Kosovo megnaði eisini á heimavølli javnleik 33-33 móti Niðurlondum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Kosovo og Ukraina:
##med2##