Selja ólógliga atgongumerki til Føroyar-Niðurlond á netinum

Tað er ólógligt at selja atgongumerki til hondbóltsdyst fyri yvirprís. Hondbóltssambandið hevur tosað við løgregluna um málið

Tað er gravgangur eftir at sleppa til hondbóltsdystin millum Føroyar og Holland í Høllini við Tjarni í morgin. Gravgangurin er so stórur, at summi eru farin at selja atgongumerki á netinum. Tað er einki galið við at selja eitt atgongumerki til ein honbótlsdyst. Men tað er púra galið at selja tað fyri meira enn tað, sum tað eigur at kosta.

Tað sigur Andrass Thomsen í Hondbóltssambandinum.

– Vit eru gjørd varug við, at atgongumerki eru til sølu á netinum fyri nógv meira, enn tey eiga at kosta. Vit hava tosað við løgregluna um málið, tí tað er ólógligt. Løgreglan sigur, at slík mál mugu meldast, sigur Andrass Thomsen.

Enn hevur Hondboltssambandið ikki tikið støðu til, um tey skulu melda, tí tey hava nógv annað at taka sær av í løtuni, og hetta er ikki nakað, sum tey eru von við.

– Vit fegnast sjálvandi um, at áhugin er stórur at sleppa til dystin, og vit eru ikki von við, at útselt er so langt frammanundan sum hesaferð. 

– Vit ynskja sjálvandi, at fullsett er til dystin, og um fólk, sum hava atgongumerki, ikki fáa komið, so er er fínasta ordan, at tey selja atgongumerkini víðari. Men tað er ikki lov at selja tey víðir fyri yvirprís, sigur Andrass Thomsen.

Hann vónar, at fólk brúka sítt sunna fornuft og ikki selja atgongumerki fyri yvirprís. So fæst at síggja, at málið verður meldað til løgregluna, so løgregla og ákæruvald kunnu taka sær av tí, sum gerast skal í slíkum føri.

Tað er totalt útselt, og pláss er fyri 3.030 fólk við vip'arum og øllum, sigur Andrass Thomsen.