Ein er saknaður

Í dag hevur ávís ógreiða verið um, hvussu stórar manningarnar á skipinum vóru, og sagt hevur verið, at 32 fólk vóru flutt av skipunum. Spurningurin hevur tí verið, um nakar hevur verið saknaður

Tað var fyrrapartin í dag, at tíðindini bórust um ein samanstoyt í Norðsjónum. Talan var um farmaskipið, MV Solong, sum er portugisiskt og tangaskipið, Stena Immaculate, sum er amerikanskt.

 

Sambært Marine Traffic lá tangaskipið ankrað út fyri East Yorkshire, nærindis Grimsby og Hull í Bretlandi, tá tað varð ásiglt av farmaskipinum. 

 

Í dag hevur ávís verið ógreiða um, hvussu stórar manningarnar á skipinum vóru.

 

Sagt hevur verið, at 32 fólk vóru flutt av skipunum. Spurningurin hevur tí verið, um nakar hevur verið saknaður.

 

Stórur partur av lastini hjá hjá tangaskipinum, Stena Immaculate var flúgvarabensin, og her vóru eisini onnur eiturevni í skipinum.

 

Í kvøld veit Reuters at siga, at ein av manningini, sum var við farmaskipinum, MV Solong, er saknaður, og víst verður til útsagnir hjá reiðarínum.

 

Sky News veit eisini í kvøld at siga, at havnarmyndugleikarnir á bretska meginlandinum nærindis vanlukkustaðnum, sýta skipum at loysa í løtuni.

 

##med2##

 

Lesið eisini:

 

* Umfatandi bjargingararbeiði í Norðsjónumhttps://www.in.fo/news-detail/umfatandi-bjagingararbeidi-i-nordsjonum