POPTÖS eru fýra stjørnur vit kenna

Maria, Saseline og 2 ferðir Julie. Tú kennir sangirnar. Tú kennir songkvinnurnar. Tú syngur. Tær syngja. Vit øll syngja. Gleð teg til stóru løtuna við nostalgisku hittrøðinivið Poptös.

Tíðindaskriv:

 Tú hevur ein pall. Tú hevur Føroya bestu áskoðarar. Og tú hevur 4 av teimum best dámdu songkvinnunum í Danmark seinastu mongu árini. Tá verður úrslitið ein fantastisk konsert. Poptös er ein samanrenning millum legendurnar Julie frá Blå Øjne, Maria Montell, Saseline og Julie Berthelsen, sum allar hava verið stórveitarar til danska sangskattin. 

Tað var umvegis tónleikatiltøkini, “Vi Elsker 90´erne”, at bólkurin var settur saman. Og fagnaðurin varð sera stórur, og tær vóru samdar um, at halda áfram við at framføra við konseptinum. Tað snýr seg um nostalgi og stuttleiki við sangum og hittum frá 90unum og byrjanini av 00unum. Tær fýra leitaðu eftir einum prosjektið sum snúðið seg um at hava tað stuttligt og at veita eitt framúr show til áhoyrararnar. 

Og frá fyrstu konsert var konseptið eitt risa hitt. Tí tað snýrseg um felagskapin á staðnum. Kærleikin millum áhoyrarar og tónleikarar rennur saman í eina hægri eind, tá Poptös fáa teg at syngja við til sangirnar tú elskar. Sangirnar tú minnist frá tíðini, vit øll vóru ung og vøkur.  

Nú er at skunda sær

Finn innara sangaran fram, og keyp atgongumerki í dag. Fammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Branco og mong onnur verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.

Keyp atgongumerki sum allarskjótast, tí tey ganga skjótt undan. Atgongumerki fáast fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld á ebillett.fo, Effo Gundadali og Føroya Tele kring landi. 

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.