Forvitnislig ferð í Vágs søgu

- Framsýningin fevnir um 12 skeltir við teksti og myndum, sum kunnu knýtast at ymiskum støðum og hendingum.

Eins og undanfarin ár, hevur Vágs kommuna aftur í ár hongt søguslóðir-skeltini upp.

 

- Skeltini geva áhugaðum nakrar brellbitar úr Vágs søgu – frá seinast í 1800-talinum og fram til 1930-árini.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at til ber eisini at ferðast kring um í Vági, har skeltini hanga og síggja, hvussu Vágur sá út fyrr í tíðini.

 

Í 2016 gjørdi Vágs sóknar Bygdasavn eina framsýning um serligar hendingar úr Vágs søgu í árunum millum 1890-árini og upp til 1930-árini.

 

- Framsýningin fevndi um 12 skeltir við teksti og myndum, sum kunnu knýtast at ymiskum hendingum.

 

Í Vági vísa tey á, at hvørt ár eftir framsýningina, hevur kommunan hongt hesi skeltir á støðini, har hendingarnar fóru fram.

 

- Sostatt ber til hjá áhugaðum at ferðast runt í Vági og lesa um hendingarnar og síggja, hvussu staðið sá út tá í tíðini.

 

Lagt verður aftrat, at í Miðlatúni ber til at fáa ein ókeypis faldara um Søguslóðirnar.

 

- Í faldaranum sæst yvirlit yvir tey 12 støðini, og hvar tú finnur skeltini, siga tey í Vágs kommunu í dag.