Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar við Áir, har trý mál vórðu skrivað. Tveir bilførarar vórðu máldir til at koyra 104 km um tíman og ein til 113 km um tíman. Tá løgreglan hevur trekt trý prosent burturav og rundað niður gevur tað ávikavist 100 og 109 km um tíman, sum gevur bót og klipp í koyrikortið.
Boð vóru eftir løgregluni eftir einum fullum manni í Vági. Hann kláraði seg ikki sjálvur og varð koyrdur til hús.
Og so var upptrekk ófrið uttan fyri Sentrum í Havn. Tveir men kjakaðust heldur hart. Tað vístu seg, at tað vóru tveir vinmenn, sum fóru víðari saman.
Um sekstíðina í morgun vóru boð eftir løgregluni, tí ein maður órógvaði, tók í hurðar hjá fólki og sang. Løgreglan fór á staðið, og tað endaði við, at løgreglan tók mannin, sum liggur her og syngur enn, sum vaktleiðarin á politistøðini í Havn málbar seg.