Sterkir norrmenn vunnu Tórshavnar Bridgefestival

Teir báðir norrmenninir Svein-Gunnar Karlberg og Kurt-Ove Thomassen vunnu Tórshavnar Bridgefestival, sum í ár varð hildin fyri sættuferð

Nógv stikk vóru at taka í Dansifrøi um vikuskiftið, knappliga 40.000 tilsamans um lagt erður saman við øll borðini í kappingini, nú 60 pør høvdu teknað seg at spæla bridge.

 

Størra helvtin av pørunum vóru útlendsk pør, sum høvdu ferðast til Føroyar at spæla bridge og njóta nakrar dagar her, eitt gott dømi um vinnu- og tiltaksferðavinnu, sum bæði Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommuna leggja dent á í sínum ferðavinnuætlanum.

 

Svein-Gunnar og Kurt-Ove vóru rættiliga stinnir alla kappingina og løgdu seg á odda tíðliga í kappingini. Harðastu mótstøðuna fingu teir frá føroyska parinum Magna Jøkladal og Jóannesi Mouritsen, sum lógu nummar tvey meginpartin av kappingini og eitt skifti seinnapartin leygardagin sá tað út sum, at fór at eydnast Jóannesi og Magna at taka oddasessin, men tað glapp. Nummar trý vóru teir báðir Bjarni Hólmar Einarsson úr Íslandi og so okkara Bogi Simonsen, teir báðir hava vunnið kappingina 3 ferðir saman og Bogi hevur eisini vunnið kappingina einaferð saman við norrmanninum Nils Kvangraven.

 

Tórshavn Bridgefestival hevur eisini fingið dyggan stuðul frá nógvum fyritøkum og felagsskapum. Tórshavnar Kommuna hevur hvørt ár verið hollur stuðul, sum ein liður í at draga altjóða tiltøk til høvuðsstaðin. Í ár var tað forkvinnan í mentanevndini hjá Tórshavn Býráð Heidi Lava Elgeirsdóttir sum setti festivalin. Í Røðu síni kom hon inn á at bridge var góð ímynd av lívinum, tí tað er altíð gott at hava góðar samstarvsfelagar, sum megna at skilja tað tú vil uttan at siga tað við orðum.

 

Á Bridgefestivalinum í ár var eisini eitt serligt tiltakt, sum var eitt samstarv við Skógrøktina har bridgespælararnir sluppu at hjálpa teimum at gera stiklingar av føroyskum pálmapíli, sum skal plantast sum partur av viðarvøkstri í Føroyum. Hetta er tað sum verður rópt regenerativ ferðavinna ella endurbøtandi ferðavinna. Heidi Lava Elgeirsdóttir fegnaðist um tiltakið og hon var hin fyrsta at hjálpa teimum og kundi leggja útlendsku gestunum lag á.

 

Hetta var sættu ferð, at Tórshavn Bridgefestival var hildin og hevur fingið góða undirtøku millum bridgespælarar uttanlands – tó nógv flestir spælarar úr Íslandi. Men spælarar vóru eisini úr hinum Norðurlondum, Niðurlondum, Sveits og USA.

 

Tórshavnar Bridgefestival, sum verður fyriskipað sama við Føroya Bridgesambandi, verður aftur 16. til 19 apríl í 2026

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##