Burn: Tróndur helt VÍF á øðrum plássinum

Tað endaði við javnleiki millum VÍF og H71

Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Í høllini i Vestmanna tryggjaði Tróndur Johnsson (myndin) VÍF javnleik móti H71, tá hann við bert seks sekundum eftir á klokkuni javnaði til endaliga úrslitið 30-30. Í steðginum var støðan javnleikur 30-30.

 

Dánjal Ragnarsson var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Høgni Heinason var við seks málum toppskjútti hjá H71.

 

Javnleikurin heldur VÍF á øðrum plássinum í deildini. Bæði VÍF og H71 hava 21 stig hvør.

 

Í høllini á Skála vann stórsigur 35-19 á Neistanum. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og i steðginum var StÍF bert á odda 12-11. 

 

Torkil Dahl var við seks málum toppskjútti hjá StÍF. Lýðar í Dímun var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.

 

HER ber til frá HSF at siggja dómaraseðlarnar støðuna og komandi dystirnar í seinasta umfarinum:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##