Ein suðuroying á fólkating 

Tíðin er komin til at fáa ein suðuroying á fólkating.

 

Tað er ein heiður at umboða og tæna Føroyum uttanlands. Her er gyltur møguleiki at ”gera Føroyar størri”.

 

Javnaðarflokkurin hevur í mong valskeið verið væl umboðaður á fólkatingi og er tað framvegis tørvur á einari greiðari og virknari javnaðarrødd á Borgini. Ongantíð betri, um hon er úr Suðuroynni.

 

Jeg fari ikki at sita stillisliga og hyggja at. Jeg vil hava ávirkan, har tað kann gagna føroyingum.

 

Tað er nógv at fara um og vil jeg brúka mína styrki á hesum palli til at vinna ogon bestu treytir til komandi Suðuroyartunnilin – ein tunnil, ið mangir politikarar á løgtingi tykjast hava gloymt.

 

Allir pallar mugu brúkast og allir møguleikar troytast, soleiðis at tunnilin verður veruleiki - skjótari heldur enn seinni.

 

Tunnilin er einasta átakið, ið kann forða fyri, at sosiali ójavnin millum meginFøroyar og Suðuroynna veksur enn meira.

 

Haraftrat skal løgreglan í Føroyum fáa hægstu raðfesting.

 

Hóast løgreglan er í heimsklassa, so ger ótrygga støðan í Evropa, og at Føroyar er so avbyrgdar, at løgreglan í Føroyum veruliga skal raðfestast.

 

Mín telefon er altíð tendrað! +298 58 75 38

 

Bjarni Hammer,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin