Eingin mótbrekka í Føroyum er ov tung

- Føroyar bjóða nógvar framúr góðar súkkluleiðir. Eingin mótbrekka í Føroyum er ov tung, og so eru eins nógvar undanbrekkur, sigur Jákup av Skarði

 

- Eg ætli mær at halda meg kláran, um eg sleppi við aftur Team Rynkeby í 2026, sigur Jákup av Skarði

Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan? 

- Eg súkkli, tá stundir eru til tess. Rynkeby-túrarnir í 2023 og 2024 høvdu við sær nógvar og góðar venjingar. 

Tað sigur Jákup av Skarði. 

- Nú royni eg at ansa mær, at tað ikki fer meira í búkin, enn ætlanin er at brenna onkusvegna - og at halda meg kláran, um eg sleppi við aftur Team Rynkeby Føroyar í 2026.  

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? 

- Rørsla hevur alstóran týdning, serliga løturnar á súkkluni. Føroyar bjóða nógvar framúr góðar súkkluleiðir. Eingin mótbrekka í Føroyum er ov tung, og so eru eins nógvar undanbrekkur. 

Hann heldur fyri, at um veðrið er ov keðiligt, ber eisini til at nýta - og kanska njóta - løtur á spinning-súkklu.  

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? 

- Ja, avgjørt. Sjálvt løturnar at sláa gras stuðla undir gleðiskensluna - bæði at brúka orku uttandura og at síggja úrslitið, tá liðugt er, leggur Jákup av Skarði aftrat.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)

 

Lesið eisini:

 

Renniskógvar kundu minkað nógv um heilivágin https://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin

 

 

 

 

 

- Eg ætli mær at halda meg kláran, um eg sleppi við aftur Team Rynkeby í 2026, sigur Jákup av Skarði