Sev skrivar, at økingin í mun til í fjør er partvís orsakað av verkfallinum í fjør, og harumframt kom minni av fiski á land í fyrru helvt í fjør enn vanligt.
Framleiðslan fyrru hálvu var 249 GWt, og teir seinastu 12 mánaðirnir eru framleiddir 497 GWt.
Sostatt kann framleiðslan enda nær teimum 500 GWt í ár. Fyri 20 árum síðan, í 2005, var ársframleiðslan minni enn helvtina av hesum, t.e. 245 GWt.
Í prosentum var elframeiðslan fyrra hálvár 2025 býtt soleiðis: olja smá 48%, vatnorka 21%, vindorka 30% og sól, biogass og sjóvarfall var gott 1% av samlaðu elframleiðsluni.
Vindur
Framleiðslan úr vindi er methøg fyri eitt fyrra hálvár. 74,5 GWt eru framleiddir við vindorku, tað er 1,2 GWt meira enn fyrra hálvár í fjør. Vindorka umboðar 30% av samlaðu framleiðsluni higartil í ár.
Tað eru myllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti, sum framleiða mest við 37 GWt higartil, Magn í Flatnahaga 19,1 GWt og hjá Sev er tað vindmyllulundin í Porkeri, sum framleiðir mest við 7,9 GWt, meðan Neshagi kom upp á 4,8 GWt og Húsahagi 4,5 GWt.
Vatn
Vatnorkan hevur hilnast verri enn miðal, og er hetta galdandi fyri øll vatnorkuøkini. Elframleiðslan úr vatni kom upp á 52,5 GWt, í mun til 58,5 GWt sama tíðarskeið í fjør. Hetta er partvíst orsakað av, at verkini á Strond og í Botni hava verið úr rakstri í fyrru hálvu vegna umvælingar. Hesi verkini framleiða annars í miðal 3 GWt í fyrri hálvu, sum svarar til umleið helvtina av minkingini, sum vit síggja í mun til í fjør.
Vatnturbinan á verkinum á Strond í norðoyggjum verður í hesum døgum sett til aftur eftir umvæling, og vatnorkuverkið í Botni, sum verður dagført við nýggjum turbinum, verður væntandi aftur í rakstri seint í heyst. Ein slík dagføring tryggjar rakstur í 50-60 ár afturat í Botni.
Olja
Framleiðslan úr olju er økt. Hóast framgongd í vindi og eina lítla afturgongd í vatni, so ger økti tørvurin á elorku, at olja má brúkast, tá vindur og vatn ikki røkka. Higartil eru framleiddir 119,5 GWt við olju, í mun til 97,5 GWt í fjør, svarandi til ein vøkstur uppá 23 prosentstig. Tó er framleiðslan ikki á støðið við 2021, sum var árið við tí hægstu oljunýtsluni, við eini framleiðslu á 121 GWt.
Biogass og sól
Biogass og sól í Sumba liggja á leið sama støði sum undarfarin ár, meðan sólorkuframleiðslan frá ymiskum sólorkuframleiðarum í meginøkinum kom upp á 245 MWt fyrra hálvár. Hetta er at fegnast um heldur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.
– Tað er gott at síggja, at fleiri virki eins væl og húsarhald eru við til at framleiða sólorku inn á netið, tí sólorkuframleiðsla kann gerast eitt gott ískoyti serliga á miðjum sumri, tá ov lítið er av regni og vindi. Higartil í ár hevur sólorkuframleiðslan spart okkum fyri 73 tons av olju, sigur Heri Mortensen við heimasíðuna hjá SEV.
100% í 41 samdøgur í Suðuroy
Meginøkið hevði 100% burðardygga elframleiðslu í 7,4 samdøgur, og yvir 80% í tilsamans góð 33 samdøgur.
Í Suðuroy var elframleiðslan 100% burðardygg í góð 41 samdøgur, og yvir 80% burðardygg í tilsamans góð 55 samdøgur.