Eingin søla við dyrnar við Tjarnir í kvøld

So stórur áhugi er fyri Faxe Kondi steypafinalunum í kvøld, og tað er um at vera útselt. Tí verður eingin søla av atgongumerkjum við dyrnar

Tað sigur Hondbóltssambandið sum eisini sigur, at atgongumerkjasølan hevur gingið sera væl til bæði kvinnu- og mansfinaluna.

– Tað er um at vera útselt til dystirnar, og tí verður eingin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur fá hundrað atgongumerki eru tó framvegis tøk. Atgongumerkini fáast til sølu á atgongumerki.fo, skrivar Hondbóltssambandið til miðlarnar.

– Atgongumerkini til steypafinalurnar eru ikki til ávís setur, men verður víst til, at Kyndil og Neistin sita á eystaru síðu til kvinnufinaluna. Síðani flyta áskoðarar teirra yvir um á vestaru síðu, um tey ynskja at síggja mansfinaluna eisini. Áskoðararnir hjá VÍF og H71 kunnu hareftir sessast á eystaru síðu til mansfinaluna, skirvar Hondbóltssambandið.

Báðar steypafinalurnar vera vístar beinleiðis á KVF.