Eitt ár í Føroyum

Hvat eyðkennir Føroyar og føroyingar? Hvat leggja útlendingar til merkis, tá teir vitja oyggjarnar? Júst hetta greiðir heimildarfilmurin Eitt ár í Føroyum, sum fraklendingurin Lucas Frayssinet hevur leikstjórnað.

 

Heimildarfilmurin vísir Føroyar og føroyingar í eitt ár við øllum tí, sum har hoyrir til av náttúru, mentan og ljósum summarnáttum til myrkan vetur.

 

Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 31. mai kl 17.30 og er ókeypis. Tó er neyðugt við tilmelding, sum kann gerast her: nlh.fo

 

Filmurin er franskur og er tekstaður til føroyskt.

 

Ein brellbiti sæst her:

 

##med2##

 

##med3##