Eivør á Copenhell: Crowdsurfing og tárandi menn í battle-vestum

– Eivør staðfesti bara aftur, at hon er ein av teimum størstu sangarinnunum, vit hava í Norðurlondum, sigur Søren Weiss Kristiansen., sigur Søren Weiss Kristiansen, sum er kønur innan tungmálmstónleik.

– Hatta var ein av ársins bestu konsertum á Copenhell.

 

Soleiðis sigur danski ummælarin Søren Weiss Kristiansen, ið hevur bloggin Blastbeast.dk, har hann umrøður metal-tónleik.

 

Áðrenn rock- og tungmálmsfestivalurin í Keypmannahavn "Copenhell" byrjaði, viðmældi Søren Weiss Kristiansen nemliga Eivør sum ein av teimum konsertunum, festivalgestir áttu at uppliva í ár. Vit hava spurt hann, hvat hann so helt um konsertina, og her má man siga, at konsertin í den grad livdi upp til hansara forvæntningar:

 

– Eivør fekk stórar langhærdar menn í battle-vestum til at fella eitt tár. Tað var absolutt magi, og hon staðfesti egentliga bara aftur, at hon er ein av teimum størstu sangarinnunum, vit hava í Norðurlondum, sigur Søren Weiss Kristiansen.

 

– Hennara tónleikur er bæði mystiskur og hypnotiskur. Og tað passar bara so gott inn í tungmálmsumhvørvið, sum hevur ein myrkan dám, hóast hon ikki spælir tungmálm, sigur hann.

 

##med2##

 

Søren Weiss Kristiansen er langt frá tann einasti, sum var bergtikin av konsertini. Fleiri av teimum donsku festivalgestunum, sum undirritaði tosaði við á Copenhell, søgdu, at hetta var ein av bestu og mest yvirraskandi konsertunum yvirhøvur. Sangarinnan úr Gøtu rúnarbant snøgt sagt áhoyrararnar.

 

Eivør spældi á pallinum Gehenna, sum nokk er hugnaligasti pallurin á økinum og liggur inni í skóginum, umgirdur av trøðum. Og har var stúvstappað av fólki. Onkur helt fyri, at pallurin var for lítil til Eivør, so nógvar áskoðarar hon megnaði at tiltrekkja. 

 

Ein fittur partur av áskoðarunum vóru føroyingar, og tað markeraðu nakrir teirra við føroyskum fløggum heilt frammarliga, og føroyingarnir vóru eisini raskir at syngja við. Í sangi nummar trý ella fýra, sum var "Trøllabundin" bestemmaðu føroyingarnir seg fyri at sláa í ring. 

 

##med3##

 

Summi funnu eisini uppá at crowdsurfa – nakað, sum nokk ikki er so vanligt at síggja til Eivør-konsertir. Men tað riggaði bara heilt væl og setti lív í.

 

At crowdsurfa er, tá man sum áskoðari verður lyftur upp og borin allan vegin fram av hinum áskoðarunum. Tað er serliga vanligt til villar málmskonsertir, men á Copenhell ber alt til – hygg bara her:

 

##med4##

 

Fyri Eivør Pálsdóttir var tað eisini nakað serligt at spæla á Copenhell. Hon takkaði nógvar ferðir fyri á konsertini og segði, at hetta var eitt stórt upplivilsi.

 

Á Facebook skrivar hon soleiðis:

 

– COPENHELL var fantastiskt! Ein serlig tøkk til mín Føroyska lurtaraskarða, ið var komin at heppa. Tað for beint í hjartað!

 

##med5##

 

LES EISINI: Eivør áðrenn konsertina á Copenhell: - Tað verður lív í