Elblarframleiðarin við fíggjarligum avbjóðingum, Fisker, sum danin Henrik Fisker stendur á odda fyri, hevur søkt um konkursverju í USA.
Tað upplýsir felagið í tíðindaskrivi.
Talan er um eina umsókn til tað sonevnda chapter 11-process, sum hevur til endamáls at verja eitt firma ímóti kravánarum, sum vilja hava fatur á pengum, teir hava sett í.
Fisker royndi á henda hátt at sleppa undan at snarað lyklinum endaliga.
Ein chapter 11-process skal geva kreppuraktum virkjum frið til at finna loysnir upp á avbjóðingarnar. Til ta tíð heldur raksturin fram.
Orsøkin til umsóknina skal finnast í, at tað ikki er eydnast at finna nýtt partalag við annan bilframleiðara, skrivar tíðindastovan Reuters.
Samráðingarn hava verið, men tær endaðu úrslitaleysar.
##med2##
Tað hevur seinastu tíðina ljóðað, at virkið var við at fyrireika seg upp á eina áheitan um trotabúsviðgerð.
Felagið hevði sambært keldum við kunnleika til málið heitt á ráðgevarar, sum skuldu hjálpa við eini áheitan um trotabúsviðgerð, skrivaði amerikanska blaðið Wall Street Journal í mars.
Fisker hevur leingi við fíggjarliga trongdur, og støðan er bara blivin verri, sum mánaðirnir eru farnir.
Virkið sjálvt vísti á iva um evni síni at halda virkseminum koyrandi longu í februar. Í tí sambandi settu tey íløgur í framtíðar ætlanir á pausu, skrivar Reuters.
Ávegis hava tey harumframt ávarað um vandan fyri ikki at hava gjaldføri.
Í februar almannakunngjørdi bilfelagið sølutøl fyri 2023. Har sást, at felagið hevði selt fyri 273 milliónir dollarar og hevði eina skuld upp á eina milliard dollarar.
Við síðuna av hevur verið at hoyrt, at trygdin í bilunum ikki hevur verið nóg góð. Tað fekk amerikanskar myndugleikar til at seta eina kanning í verk av bilunum.
Sambært Wall Street Journal og Reuters hevur Fisker í eina tíð havt ætlanir um at finna ein nýggja felaga.
Henrik Fisker stovnaði felagið í 2016.
Ætlanirnar vóru stórar, og av nógvum varð virkið sætt sum ein veruligur kappingarneyti til amerikanska Tesla, tá tað kemur til elbilar í bíligari bólkinum.
Í 2020 fór Fisker á børsin í USA, og í 2021 rundaði marknaðarvirði 7,9 milliardir dollarar, sum svarar til 54 milliardir krónur.
Í mars stóð tað tó so illa til, at børsurin í New York suspenderaði handil við partabrøvum í Fisker við ætlan um at taka felagið av børsinum.
/ritzau/