Eldraøkið - Góður trivnaður fyri eldri og fyri starvsfólk

Eldraøkið er eitt øki fyri C. Eitt øki, sum vit við góðum treysti taka á okkum fyri at gera tað, sum er neyðugt. Her er eitt stórt arbeiði at gera, so at vit kunnu tryggja menniskjum ein virðiligan aldurdóm, tí tað hava vit øll uppiborið, bæði eldri fólk og teirra avvarðandi, og tey starvsfólk, sum velja at arbeiða á eldraøkinum.


Eldraøkið er kommunalt øki, og seinastu tvey árini havi eg havt tann framíhjárætt at arbeiða við eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Ein fantastiska spennandi avbjóðing, sum eg veruliga brenni fyri. Framvegis eru nógv mál av stórum týdningi fyri eldraøkið, sum krevja landspolitiskar broytingar. 


Eitt gott eldraøkið krevur fleiri útbúgvin starvsfólk, tí heilsufakliga er økið sera krevjandi. Neyðugt er við betri møguleikum at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar og heilsuhjálparar. Tað snýr seg um menniskju, og vit skulu eisini syrgja fyri, at arbeiðsumhvørvið er gott og gevur fólki hug og orsøk til at arbeiða á eldraøkinum.


Vit hava hoyrt nógv um starvsfólkatrotið á eldraøkinum. At stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar fer at gera arbeiðsumstøðurnar betri, og neyðuga lønarlyftið til láglønt fer eisini at gera mun.


Demensøkið krevur ábøtur. Landsdemenssamskiparar skulu setast um alt landið, og samstarv við psykiatriina skal betrast, til dømis við einum ferðaliði til serliga truplar støður á demensdeildum kring landið. Eisini er tað óheppið, at demensrakt undir 67 ár hoyra til landið, meðan demensrakt yvir 67 ár hoyra til kommunurnar. Hetta skal broytast.


Vælferðartøkni er góður tænari men ringur harri, og má ongantíð skugga fyri menniskjaligu umsorganini, sum er so týdningarmikil fyri fólk við demensi. Vælferðartøkni kann skapa tryggleika og vera til stóra hjálp, og tað skal gerast ómakaleysari at fáa neyðug loyvi til at brúka hesa tøkni.


Gevur tú mær møguleikan 8. desember, vil eg stríðast sum úlvur á skóg fyri einum betri eldraøki, eisini í landspolitikki.


X við Javnaðarflokkin


X við Kristionnu Winther Poulsen