Ellisakfarið hesaferð: Ford Taunus 1600 GT frá 1971

Marjun og Jákup Frants Larsen í Fuglafirði eiga fleiri ellisakfør. Ein av hesum bilum er hesin Ford Taunus 1600 GT frá 1971

 

Tað var pápi Marjun, Erling Mortensen, fyrrverandi lærari í Oyndarfirði, sum keypti bilin frá P/F Wenzel Petersen tann 7. juli 1971. Hann varð skrásettur við nummarplátuni Fø 51.108.

 

Ætlan hansara var at fáa ein vanligan Taunus 1600, men tá bilurin kom, var hann ein serlig GT útgáva við m.a. størri motori enn í vanligu Taunus 1600.

 

Erling hevði síðan 1966 havt skúlabarnakoyringina av Hellunum til Oyndarfjarðar, og tá gamli bilurin, ein Austin 1100, var vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, keypti hann sær hendan nýggja Fordin til hesa koyring.

 

Myndugleikarnir góðtóku ikki skúlabarnaflutning við privat skrásettum bili, tí varð bilurin umskrásettur til hýruvogn við nummarinum Fø 7.629.

 

Orsøkin til at bilurin varð keyptur frá Wenzel Petersen var helst tann, at teir báðir Hans og Heðin Mortensen, sum vit betur kenna sum borgarstjóra í Havn, bróðirsynir Erlings, arbeiddu har, og hevði hann alt sítt lív tætt sam-band við teir.

 

Lesið meira um bilin í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á netinum sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##