Kristian Oliversson Andreasen á Argjum eigur ein 55 ára gamlan Rolls Royce Silver Shadow frá 1970. Hann hevur yvirtikið bilin eftir pápan, Oliver Andreasen, sum keypti hann í 2014.
Oliver keypti bilin frá eini bilasølu í Oslo. Hetta var ein gomul bilasøla, sum hevði havt bilin standandi í 10 ár. Stjórin koyrdi við honum av og á, men yvirhøvur stóð hann í forrætningini sum framsýningarbilur.
Oliver var ikki sjálvur staddur í Oslo, tá hann keypti bilin. Hann var úti og sigldi, fann bilin á netinum og keypti hann á netinum.
Oliver hevði sjálvur tá ein lítlan MG sportbil við galesju standandi á Argjum. Hann setti sær fyri, at skuldi hann hava hendan Rolls-Royce bilin, skuldi hann av við ein av sínum bilum. Úrslitið varð, at teir gjørdu ein býtishandil. Oliver fraktaði MG bilin til Oslo, og afturfyri fekk hann Rolls-Royce'in til Havnar.
Bilurin hevur V8 motor við 200 hk og dupultum SU-karburatorum. Hetta hevur verið ein sera væl útg jørdur bilur tá í tíðini við t.d. hydrauliskari fjaðraskipan, automatgear, servostýring, skivubremsur aftan og framman o. m. a.
Lesið meira um bilin í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo