Søgan hjá Jon Fosse lýsir eitt lítið samfelag har færri og færri fólk búgva, har friður, einsemi og brostnir dreymar mynda landið – og slaturin.
Í eini lítlari bygd sita pápin og mamman. Tað er myrkt í bygdini.
Einki ljós er at síggja uttan ljósið úr teirra egnu húsum og húsunum hjá Grannanum.
Í dag er Grannin farin inn í býin – helst at drekka seg fullan.
Ungdómurin í bygdini flytur burtur - eins og Sonurin hjá Pápanum og Mammuni gjørdi.
Tey leingjast eftir, at Sonurin kemur at vitja.
Tey vita tó ikki hvar hann er, ella hvat hann ger.
Tey stúra eisini fyri, at hann kemur heim aftur.
Men ein sonur er ein sonur, og heim aftur kemur hann...
Leikurin er ein dramatisk søga um tað, vit aldri siga hvør øðrum
At leikstjórna Soninum hevur Tjóðpallurin fingið Kim Dambæk at koma upp til Føroya. Kim hevur áður leikstjórnað stórleikirnar: Reinsan og Elektra á Tjóðpallinum, og verður Sonurin ikki ein minni uppliving. At sniðgeva pallmyndina og skapa huglagið saman við leikstjóranum, tekur pall- og búnasniðgevi, Anne Mette Bo Drivsholm sær av. Ljóssniðgevi er Turpin Napoleon Djurhuus, og Benjamin Petersen og norski Knut Vaage hava smíðað tónarnar til ljóðmyndina.
Leikararir í Soninum verða Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Elias Magnussen.