Eyðun Klakstein hevur sett sítt fyrsta lið sum A-landsliðsvenjari hjá monnum, sum klokkan 17 møtir Armenia á Republica Stadion í Jerevan. Eftir at hava verið á ferð í næstan sekstan tímar, kom A-landsliðið við monnum seint mánakvøldið til Jerevan í Armenia.
Síðani hava venjingar og fundir verið á skránni, og sum heild eru allir í føroyska hópinum væl fyri, og til reiðar at fara á vøllin at takast við armenar.
Til landsdystirnar í hesum umfarinum er tað Eyðun Klakstein, saman við Atla Gregersen, ið stendur á odda fyri føroyska liðnum, og samanborið við seinasta landsdyst, hevur venjarin gjørt smávegis broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið verða sendir á vøllin frá byrjan.
Liðið móti Armenia í dag sær soleiðis út: Teitur Gestsson verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø og Viljormur Davidsen, ið er liðskipari. Miðvøllin manna Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, René Shaki Joensen og Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Páll Klettskarð.
Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Mattias Lamhauge, Arnbjørn Svensson, Jann Benjaminsen, Ási Dam, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg, Meinhard Egilsson Olsen og Petur Knudsen.
Undan dystinum í dag er Norðurmakedónia fremst í bólkinum við tíggju stigum, nummar tvey og trý eru Armenia og Lettland, sum hava fýra stig í part, meðan Føroyar eru á fjórða plássi í bólki C4 í UEFA Nations League við trimum stigum.
Tá Føroyar og Armenia møttust á Tórsvølli fyri einum mánað síðani, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Málskjúttarnir hjá Føroyum vóru Jann Benjaminsen og Jóannes Bjartalíð.