Elsti persónur í Danmark fyllir 111 ár

Hon er fødd áðrenn fyrra heimsbardaga: Elsta persónur í Danmark fyllir 111 ár

Kirsten Schwalbe tók myndir í húsi sínum í Struer hósdagin í síðstu viku. Kirsten Scwalbe er elsta í Danmark og fyllir 111 ár mánadagin. - Mynd: Morten Stricker/Ritzau Scanpix

Kirsten Schwalbe úr Struer er elsta livandi menniskja í Danmark. Men hon er ikki klár til røktarheim enn.

 

Hon er fødd áðrenn fyrra heimsbardaga, og hennara egna barn er á røktarheimi. Mangt í lívinum hjá Kirsten Schwalbe vitnar um høga aldur hennara.

Í dag fyllir Kirsten Schwalbe, elsta livandi menniskja í Danmark, 111 ár.

Tað skal hátíðarhaldast heima í einrúmi við kaffi á kannuni og vitjan av vinum og familju, um tey tíma at steðga á, sigur hon við TV Midtvest.

- Um nakar kemur, veit eg ikki, men tað vóni eg, sigur hon, sambært miðlinum, við einum skálkabrosi.

Við 111 árum er Kirsten Schwalbe eitt vet nærri at gerast longst livandi danin, sum alt sítt lív hevur livað í Danmark. Tað er framvegis Karla Lindholm Jensen úr Herning, sum livdi til hon var 112 ára gomul.

Hon doyði í 2020 í íbúðini, sum hon flutti inn í saman við manninum í 1974.

Sjálvt um núverandi aldursforsetin í Danmark, Kirsten Schwalbe, gerst eldri, hevur hon enn ikki sæð nakra orsøk til at flyta úr heiminum í Struer á røktarheim.

Fyri umleið einum ári síðani fekk hon bjóðað eitt pláss á einum røktarheimi, sum hon ikki tók av, sigur hon við blaðið Alt For Damerne.

- Eg segði tað við børn míni, sum spurdu "Hví?", og tá eg segði, at tað var fyri teirra skyld - fyri at lætta um hjá teimum, søgdu tey seg ikki vilja hoyra talan um tað, segði hon í fjør.

Kirsten Schwalbe giftist fyrsta manni sínum í 1938. Hon átti trý børn við honum - børn, sum øll eru yvir 80 ár í dag.

Í byrjanini var hon ein heimagangandi húsmóðir. Men hon fekk seinni starv á verksmiðju í Struer, har hon seymaði klæðir. Hetta helt fram í 20 ár til hon fór frá.

Sjálv heldur Kirsten Schwalbe, at ein stór orsøk til, at hon hevur livað so leingi, er at finna í genunum. Fýra av systkjum hennara livdu eisini til tey vóru yvir 100 ár.

Tað segði hon við Berlingske aftur í november í fjør.

Har læt hon eisini lesararnar av blaðnum vita, at hon alt lívið hevði verið sera kropsliga virkin, ikki roykti sigarettir, og bert smakkaði rúsdrekka í seinni árum.

- Tað var einki rúsdrekka, tá vit vóru børn, og mær hevur ongantíð dámt rúsdrekka. Ja, eg havi verið full nakrar ferðir, men eg haldi, at tað er tað, segði hon við Berlingske.

Og hugburður er eisini ein avgerandi faktorur, um tú spyrt Kirsten Schwalbe.

- Okkum tørvar okkurt at flenna eftir, eg haldi eisini, at tað hjálpir til at halda lív í okkum, segði hon við TV Midtvest í apríl í fjør.

Í Danmark kunnu nýføddir dreingir í dag gleða seg til at liva til góð 79 ár, meðan miðal livialdurin hjá gentum er nakað eldri við umleið 83 árum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Danmarks Statistik.

Í Danmark búgva 1265 fólk, sum eru yvir 100 ár. Men tað er bara ein, sum er yvir 110 ár. Tað er Kirsten Schwalbe.

 

/Ritzau/

 

Kirsten Schwalbe tók myndir í húsi sínum í Struer hósdagin í síðstu viku. Kirsten Scwalbe er elsta í Danmark og fyllir 111 ár mánadagin. - Mynd: Morten Stricker/Ritzau Scanpix