EM: HM-bronsuvinnararnir eru úti av kappingini

Kroatia kann ikki gerast millum fýra teir bestu tríararnar

Verandi HM-bronsuvinnararnir og Nations League silvurvinnararnir, Kroatia er úti av EM-kappingini.

 

Vónin hjá Kroatia at røkka at enda millum fýra teir bestu tríararnar var, at Ongland vann á Slovenia við trimum málum ella meir. Tann dysturin endaði 0-0.

 

Hin vónin var, at Kekkia í kvøld klokkan 20 tapir fyri Turkalandi, men tað spælir ongan leiklut hjá Kroatia longur, tí Kroatia kann við bert tveimum stigum í besta føri gerast fimtibesti tríarin.

 

Longu nú er staðfest, at tað vera fýra trýarar sum koma at hava fýra ella trý stig.

 

Kroatia hevur eina stolta HM-søgu við HM-bronsu í 2022, HM-silvur í 2018 og HM-bronsu í 1998. EM hevur bara ikki verið líka eydnusamt fyri kroatar. Frægastu EM-úrslitini hjá kroatum eru tvær fjórðingsfinalur. Kroatia rakk EM-fjórðingsfinalunum í 1996 og í 2008.

 

Kroatia sum bara hevur verið sjálvstøðug ítróttartjóð í 33 ár er ein ótrúlig ítróttartjóð. Kroatia hevur vunnið OL-gull og HM-gull í bæði hondbólti og vatnpolo, og hevur haraftrat vunnið OL-silvur í kurvabólti, umframt HM-silvur og HM-bronsu í fótbólti. Teir vera uttan iva drúgvir aftur til eitt annað endaspæl í fótbólti í nærmastu framtíð.