Tað skrivar Reuters.
Viðmerkingin kemur eftir at ákæruvaldið í París fyrr í hesum mánaðinum fór undir eina forkanning av X við illgruna um dátuútvinningarsvik og ein skeivleika í algoritmuni á pallinum.
X avsannar allar ákærurnar og sigur sambært Reuters, at tað fer ikki at samstarva við kanningina.
- Út frá okkara vitan higartil heldur X, at hendan kanningin skeiklar fronsku lógina fyri at tæna einari politiskari dagsskrá og í síðsta enda avmarkar talufrælsið, segði X, sambært Reuters.
Milliarderurin Elon Musk, sum eigur X, hevur áður ákært evropiskar stjórnir fyri at leypa á talufrælsið.
/Ritzau/