Video: Trente­møll­er, PUNC­HING BAG og Smag På Dig Selv

Hóskvøldið á G! festivalinum nærkast endanum – og tað er við stórum stíli. Síggið video frá Trentemøller, PUNCHING BAG og Smag På Dig Selv.

Tríggjar sera ymiskar og avbera sterkar konsertir vóru um midnáttarleitið hóskvøldið. 

 

Trentemøller hevði bólk við sær og spældi – sum væntað – nógvan nýggjan tónleik, sum fólk kanska ikki kendu so væl. Móti endanum av konsertini komu so teir stóru bangararnar, sum bara sparka reyv. Eg stóð øgiliga taktiskt plaseraður uppi á røttu tekjuni og líddi oman á fjøldina. Heilt forbannað gott.

 

##med2##

 

PUNCHING BAG úr Los Angeles eru nakrir frískir ungir menn, sum leggja kropp og sál í sín tónleik. Við distortaðum røddum og óendaligari orku dansa teir runt á pallinum og hava sum heild eina sera positiva og samansjóðandi orku. Teir spæla hart men duga samstundis at vera blíðir. Tað riggar væl.

 

##med3##

 

Smag På Dig Selv eru nakrir ekstremt kjøpinhavnskir keypmannahavnarar, sum hava funnið útav, hvussu teir skulu sleppa av við alla sína heitu luft: Í saxofonir. Tað duga teir. Og ikki bara tað: Teir duga at framføra. Teir fingu øll við, fóru út millum áskoðararnar og róptu eisini um geilar og fjøll við politiskum boðskapum um alt frá veðurlag til vesturlendsku ignoransuni av fólkamorðinum í Palestina. Tað var cool, hvussu teir fingu hesi aspektini við í framførsluna. Summi mótmæltu, men tónleikurin talaði fyri seg, so at eingin fekk sagt nakað ímóti, tá samanumkom.

 

##med4##