EM24: 10 sjálvmál higartil í hesum endaspælinum

Hetta EM-endaspælið kann seta met

Tá Mert Müldür hjá Turkalandi gjørdi sjálvmál móti Niðurlondum í EM-fjórðingsfinaluni var talan um sjálvmál nummar 10 í hesari EM-kappingini.

Talan er tó ikki um met.

Metið er frá EM-endaspælinum í 2021. Tá var talan um 11 sjálvmál.

Enn eru tríggir dystir eftir, tvær hálvfinalur og ein finala, so tað kann væl henda, at metið verður tikið.

Í annaðkvøld spæla Frakland og Spania hálvfinalu og mikukvøldið spæla Ongland og Niðurlond hálvfinalu. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.