Í øllum EM-endaspølum síðani 2004, og í øllum HM-endaspølum síðani 2006 hevur Cristiano Ronaldo altíð skotið mál fyri Portugal í einum innleiðandi bólkaspæli.
Men tað hendi ikki hesaferð. Tað bleiv við eitt upplegg til mál (assist), og fyri fyrstu ferð hevur Cristiano Ronaldo ikki skotið mál í einum innleiðandi bólkaspæli í einum endaspæli.
10. ferðin gjørdist ikki eydnuferðin hjá Ronaldo í einum innleiðandi bólkaspæli.
Ronaldo er tó søguligur EM-toppskjútti við 14 málum, og hann kann enn røkka at skjóta mál fyri Portugal í áttandapartsfinaluni móti Slovenia, og harvið betra metið.