Endurnýtslufestivalurin verur í Skála skúla.
Ymiskar verkstovur vera á skránni, millum annað:
• Lær at gera sápu og krem úr tálg
• Seyma turrikløð og fyrikløð til føroyskan búna úr alskyns endurnýtslutoyi
• Kóka brústsukur og annað leskiligt bomm
• Kom við tínum gomlu smúkkum og skapa tær um til nýggjar
• Planta títt egna grønmeti og fá góð ráð og hugskot
• Flætta flottar kurvar úr pappíri
• Umskapa gamlar bøkur til list
• Ger listaverk úr fjørugulli
• Ull sum list
Festivalurin endar hósdagin 15. við flottari framsýning av listaverkunum, einum góðum bita, stuttligum undirhaldi og festligum felagssangi.
Aldursmark: 16 ár.
Nærri kunning um verkstovurnar kemur seinni.