Fara at kunngera mynd av kvinnu sum stjól

Løgreglan ætlar sær nú at almannakunnagera eina mynd av kvinnu, sum hevur stolið í einum handli í Havn

Løgreglan hevur seinastu dagarnar roynt at finna út av, hvør persónurin var, sum fyri umleið tveimum vikum síðani stjól vørur fyri um 8.000 krónur í einum elektronikkhandli í Havn. Løgreglan hevur myndir av kvinnuni, sum um middagsleitið 16. apríl framdi stuldurin. Í handlinum eru vakmyndatól, so tað sæst týðuliga, hvør tað er, sum hevur tikið vørurnar.

– Vit hava ikki funnið viðkomandi enn, men vit royna at finna fram til, hvør tað er. Tað gera vit fyrst við at vísa myndirnar innanhýsis hjá løgregluni, men um tað ikki riggar, so skal støða takast til, um myndirnar verða almannakunngjørdar, segði vaktleiðarin dagin eftir stuldurin.

Og hartil er løgreglan komin nú. Tey hava kanna myndirnar innanhýsis, uttan at finna út av, hvør kvinnan er. Tí verða myndirnar av henni helst almannakunngjørdar í dag við eini áheitan á fólk um at hjálpa løgregluni at eyðmerkja kvinnuna.