Enn eru eingi tekin um at korona hæsar av

Aftur í gjár vóru nógvir tilburðir av koronu

Tað eru ongar ábendingar um, at korona er við at hæsa av. Tað sigur landslæknin. Hann sigur, at aftur í gjár vórðu 48 tilburðir av koronu staðfestir, og tað er sama tal sum í fyrradagin. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. Í gjár vórðu 2.911 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 583 smittað, trý fólk eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum.

 

Landslæknin sigur, at sum heild eru eingi tekin um, at smittan av avtakandi. Men nú koma nýggju tilmælini hjá landsstýrinum í gildið og landslæknin sigur, at nú eiga vit at lata tey standa sína roynd í nakrar dagar.

 

Hann vónar, at tey fara at hjálpa – men hann leggur dent á, at fortreytin fyri at tey hjálpa, er, at tey verða hildin, so tað vónar hann.