Er veðrið gott sakni eg einki á ólavsøku

- Serligi ólavsøkuhugnin er ikki at kimsa at, heldur Jens Marni Hansen

Plagar tú at fara á ólavsøku? 

 

- Eg plagi at fara til Kim og Menu at jamma tann 28. juli, og onkuntíð fer mann víðari í býin.

 

Tað sigur Jens Marni Hansen, sum sjálvur skal spæla og syngja á Vaglinum hin 29. juli.

 

- Eftir tað havi eg frí, sigur hann.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?   

 

- Tað er serliga tað, at tú møtir fólki, sum tú ikki sært í dagligdegnum, og tann serligi ólavsøkuhugnin er heldur ikki at kimsa at.

 

Er okkurt tú saknar við ólavsøkuni?  

 

- Tá veðrið er gott, sakni eg einki á ólavsøku, sigur hann brosandi.

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

 

- Tað hava verið nógvar góðar løtur á ólavsøku, men tá eg var við í Ólavsøkukabarettini í 1996 og 1999, er tað heilt víst nakað, eg ikki gloymi. Tað var strævið, men sera stuttligt, sigur Jens Marni Hansen.