Samuel og liðfelagarnir taptu stórt fyri oddaliðnum

Samuel Chukwudi legði upp til málið hjá SJK Seinäjoki

Tað gjørdist ein ógvuliga torførur dystur hjá Samuel Chukwudi og liðfeløgunum í SJK Seinäjoki, ið møttu oddaliðnum í bestu finsku fótbóltsdeildini, Inter Turku á útivølli.

 

Inter Turku vann dystin 4-1. Sambært hagtølunum hevði Inter átta stórar málmøguleikar, meðan SJK bert hevði ein stóran málmøguleika.

 

Tá 38 minuttir vóru leiktir var Inter á odda 3-0. Beint undan steðginum syrgdi Samuel fyri upplegginum, tá Kasper Paananen minkaði um munin til 1-3. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Inter til 4-1.

 

Samuel spældi allan dystin. 

 

SJK er nummar fimm í deildini við 28 stigum. Teir hava níggju stig upp til oddaliðið, Inter Turku sum hevur 37 stig.

 

SJK liggur tó eftir 17 umfør væl fyri at enda millum seks tey ovastu liðini í grundspælinum, og harvið sleppa við til ovara endaspælið. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 hevur SJK heimadyst móti aftasta liðnum í deildini, KTP.