B36 handar Títt Rúm 52.072 krónur

Í morgin, ólavsøkuaftan, fer fótbóltsfelagið B36 at handa hjálparfelagsskapinum Títt Rúm 52.072 krónur. Tað var úrslitið av innsavningartiltakinum, sum B36 skipaði fyri í Burn í Berjabrekku tann 7. juni.

Í hálvleikinum undir landskappingardystinum millum B36 og TB, sum verður spældur í Gundadali ólavsøkuaftan klokkan 19.15, fer B36 at handa Alisu Hammer, leiðara fyri Títt Rúm, pengarnar.

 

- Hetta ger, at vit kunnu halda fram við okkara virksemi, menna okkara verandi tilboð og enntá stovna nýggjar samrøðubólkar, sigur Alisa Hammer.

 

Títt Rúm er ókeypis hjálpartilboð hjá Bláa Krossi til avvarðandi hjá teimum, sum hava rústrupulleikar, og hjálparfelagsskapurin bjóðar m.a. bólkasamrøður og einstaklingasamrøður, foreldrasamrøður og familjusamrøður.

 

Eftir innsavningartiltakið eru tað eisini fleiri, sum eru vorðin varug við teirra arbeiðið og hava vent sær til hjálparfelagsskapin.

 

- Hetta felagsátakið hevur havt við sær, at fleiri fólk eru vorðin varug við Títt Rúm og okkara tilboð. Vit røkka nú enn fleiri, sum hava tørv á hjálp og stuðli, sigur hon.

 

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, fegnast um góðu undirtøkuna fyri innsavningartiltakinum.

 

- Gundadalur er størsta spæliplássið í kommununi, og í B36 leggja okkara eldsálir nógv fyri hvønn dag at geva børnunum eitt gott og trygt tilboð. Børnini eru okkara virðismiklasta tilfeingi, og øll hava sjálvsagdan rætt til trygg barnaár, sigur hon.

 

B36 og Títt Rúm takka hjartaliga øllum, sum stuðlaðu innsavningini.

 

##med2##