European Cup: Valur vann seg trygt víðari til 4. umfar

Liðið hjá Allani Norðberg, Valur vann ein samlaðan níggjumálssigur á ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg trygt víðari til 4. umfar í European Cup.

 

Valur vann fyrr í kvøld á heimavølli 33-28 á ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye. Í steðginum var Valur á odda 16-12.

 

Valur vann 35-31 á útivølli, og vann sostatt ein samlaðan 68-59 sigur á Motor Zaporozhye.

 

Allan skoraði eitt mál.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Valur dyst móti Víkingi Reykjavík í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Seinasti dysturin hjá Vali undan vetrar og HM-steðginum verður á útivølli móti Afturelding, mánakvøldið 18. desember.