Við 3-1 sigri uppi á Brekku í Leirvík seinnapartin lyfti Víkingur seg fram á næstfremsta plássið. Í fjør vann Víkingur næstbestu deildina. Í dag vann Víkingur fyri triðju ferð í ár, og tað er merkisvert, at tað bara vóru lokalir spælarar, sum frá fyrsta bríksli vóru á vøllinum.
Fríggjadagin fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti toppliðnum á Skála, sum hóskvøldið vann 3-1 á heimavølli ímóti B71. Skála er eftir fýra umfør topplið við 10 stigum, og Víkingur og B71 hava 9 stig. Málmunurin hjá Víkingi er +4, og hjá B71 er hann +3.
Fimm minuttir undan steðginum var tað í dag gøtumaðurin og hálvi klaksvíkingurin Rani Hansen, sum legði Víking á odda. Leivíkingurin Bjørn Bjarkhamar átti uppleggið. Tá ið ein tími var farin, átti Rani Hansen uppleggið. Málskjútti var gøtumaðurin Jákup Martin Jarnskor. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti á liðnum í 1. deild.
18 minuttir undan leikloki økti gøtumaðurin Arnór Brandsson um munin til 3-0, og tað var bygdamaður hansara Fríði Gertsson Jarnskor, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 18 ára gamli Arnór Brandsson var málskjútti í 1. deild.
Á KÍ liðnum vóru fimm av teimum fyrstu ellivu útlendingar. Fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað KÍ at minka um munin til 3-1. Málskjútti var innføddi Dávid B. Andreasen, og uppleggið átti lokali Kristoffur Jakobsen. Dávid varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
Útlendingarnir á KÍ frá dystarbyrjan í Leirvík í dag vóru Martin Rodrigo Gonzalez og Tobias Fabian Giusti úr Argentina, Adam Ben Lamin úr Tunesia, Milio Lynge Biilmann úr Grønlandi og Issah Ahmed Latif úr Ghana.
KÍ er á áttanda plássi við fýra stigum.
Leygardagin fær KÍ vitjan av 07 Vestur, sum einki stig hevur vunnið og er aftast.