Fáa betri pláss til korona-kanningar í Suðuroy

Kanningarstøð verður gjørd á stórum parkeringsplássi burtur frá sjúkrahúsinum

Eisini í Suðuroy hevur rættila nógv fólk verið á sjúkrahúsinum seinastu dagarnar og hevur latið seg kanna fyri koronu.

Men umstøðurnar eru ikki tær bestu til so nógvar kanningar og tískil fara tey nú at skipa eina bráðfeingis kanningarstøð á stóra parkeringsplássinum við skúlan og ítróttarhøllina í Trongisvági.

Har fara kanningarnar sostatt fram frá í morgin ári, og so leingi tað er neyðugt. Fólk skulu koma til kanningar í bili, og tey skulu verða sitandi í bilinum alla tíðina, eisini ímeðan sjálv royndin verður tikin.

Samstundis verða ymsar avmarkingar í ferðsluni fyri at fáa kanningarnar so smidliga frá hondini, sum tilber.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava tey kannað fyri koronu tríggjar dagar um vikuna, men tað er síðani broytt til at tey kannað hvønn dag, og ígjár, leygardagin, vórðu eisini kanningar gjørdar. Tað er ikki neyðugt at hava ávísing frá lækna fyri at verða kanna fyri koronu.