Fakta á borðið um peningarensl, handil og agentur millum Føroyar og Danmark

Einaferð segði ein danskur bankastjóri undir kreppuni í Føroyum, tá ið hann varð spurdur, um ikki alt bankamálið skuldi kannast: “Nu kan det være nok med alle disse kanning og kunning og kunning og kanning! Nu må vi snakke om noget andet!”

 

Og nógv hevur verið sagt, um at brúka fólkatingssessirnar til at gera kanningar og kasta ljós á ymisk týdningarmikil viðurskifti. Og eg skal viðganga beinanvegin, at tað var Tjóðveldi, sum byrjaði hetta við kanningum umvegis fólkatingssessin.

 

Vit gjørdu eina stóra hagtalskanning av øllum føroyskum útisetum í Danmark, og fingu tey í eini samrøðukanning at seta orð á, hvat hevði týdning fyri at flyta heim. Hetta elvdi til, at vit í Føroyum fóru undir átøkini at fáa fólk at flyta heim og at fjølgast í Føroyum.

 

Vit gjørdu longu í 2007 eina stóra kanning um verju- og trygdarpolitikk og tær broytingar í Norðuratlantshavi og Arktis, sum fóru at koma í kapping millum stórveldini. Og hvussu føroyingar og grønlendingar hava rætt at taka egnar demokratiskar avgerðir um, hvat hendir í okkara londum.

 

Og vit fingu sett tey burðardyggu heimsmálini hjá ST á skrá á føroyskum og í Føroyum, týddu alt tilfarið og samskiftu beinleiðis við ST og høvdu altjóða ráðstevnu í Føroyum.

 

So kanning og kunning og at kasta ljós á okkara viðurskifti og møguleikar í heiminum, er avgjørt sera meiningsríkt at gera. Og fyri okkum eru tað kanningar, ið geva Føroya fólk betri møguleikar og styrkja síni til rættindi at taka egnar avgerðir og standa á egnum beinum í heiminum.

 

Og eg kann lova, at tann fyrsta kanningin, ið vit fara at gera, um vit fáa álit at røkja fólkatingssessin er hendan:

 

  • Ein fullfíggjað kanning og lýsing av øllum peningarenslinum og peningaviðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
  • Sum lýsir blokkstuðul og aðrar veitingar. Hvussu nógv vit gjalda fyri sjúkraviðgerð, bankatænastur útflutningsvegir og aðrar tænastur og viðgerð í Danmark – og øvugt.
  • Sum lýsir virðið á tí, at vit útbúgva hópin av dugnaligum fólk sum seinni lesa, arbeiða og virka í Danmark – og øvugt.
  • Hvussu handils- og gjaldsjavnin er millum Føroyar og Danmark. Vit vita, at í handlinum hevur Danmark í meðal milliardayvirskot av samhandlinum við Føroyar.
  • Men umframt hetta: Hvussu nógv av okkara innflutningi av vørum og tænastum, sum kemur frá øðrum upprunalondum, fer ígjøgnum millumhandlarar í Danmark? Sum mótvegis altjóða fyritøkum og veitarum siga seg umboða alt tað sonevnda ríkið?
  • Altso hvussu nógv “ríkis-agentur” ella tí, sum líkist tí, eru? Og hvønn týdning hevur hetta fyri fyri fyritøkur og húsarhald og fyri prís- og kostnaðarstøðið í Føroyum –  í mun til, um vit innfluttu beinleiðis frá framleiðarum?

 

Slík viðurskifti og upplýsingar eru truplar at fáa hendur á úr Føroyum. Men við einum fólkatingssessi kunnu svar krevjast frá øllum donskum myndugleikum og stovnum.

 

Hetta er ein av orsøkunum til at velja umboð fyri tann føroyska tjóðskaparveingin á fólkating. Sum altíð er til arbeiðis fyri Føroyar.

 

Høgni Hoydal

 

X við E