Fámjin: Flaggdagshald í flaggbygdini fram um aðrar

Vanliga leita nógv fólk sær til Fámjins flaggdagin, og orsøkin er sjálvsagt, at tað er serstakt at vera við til flaggdagshald í hesi bygdini.

 

Fyrsta føroyska flaggið hongur í kirkjuni í Famjin, og ein av upphavsmonnunum til føroyska flaggið, Merkið, liggur grivin nærhendis kirkjuhurðini. Jens Olivur Lisberg var ein teirra, ið stóð fyri at fáa Merkið gjørt, og hann liggur grivin í heimbygdini Fámjin.

 

Og at halda flaggdag á slíkum stað er sjálvsagt serstøk kensla.

 

Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á við frálíkum horntónleiki, og umframt at fólk komu við bili, so gingu nógv til Fámjins úr grannabygdunum, úr Hvalba, Tvøroyri, Ørðavík og úr Vági gingu fleiri um Reyðabakka til Fámjins.

 

Ellisakfør vitjaðu í Fámjin, eins og siður er flaggdag. Jóanis Lisberg, borgarstjóri, beyð fundarfólkinum vælkomnum.

 

Í ár helt Theodor Eli Dam Olsen, prestur, flaggrøðuna.

 

Røðan kann lesast her, og myndir eru eisini frá flaggdagshaldinum:

 

Flaggdagsrøða 2025

 

Fámjin

 

Theodor Eli Dam Olsen

 

--

 

Góðu fámjiningar! Gott fundarfólk!

 

Góðu tit, ið hava gingið upp um fjøll til flaggdagshald í dag. Fyri nøkrum árum gekk eg sjálvur við øðrum úr Sumba til hesa hesa vøkru bygd, Fámjin.

 

Takk fyri tann stóra heiður mær er givin at halda flaggdagsrøðuna í flaggbygdini yvir allar, Fámjin!

 

 

 

Fámjin er søgurík bygd. Fyrstu ferð hon er nevnd í skrivligum keldum er í Hundabrævinum frá umleið ár 1400, men í sjálvari kirkjuni stendur ein av yngstu rúnasteinum í landinum, har bæði latínskir bókstavar og rúnir eru rist, og vísir okkum, at møguliga eru rúnir eisini høgdar í stein líka fram til siðaskiftið í 16. øld.

 

Oman fyri bygdina liggur størsta vatn í oynni, vakra Kirkjuvatn, sum trygg vatngoymsla hjá bygdini. Meðan hinar bygdirnar í oynni kunnu skoða sólarris í eystri, so hevur Fámjin annan sjónarring og skoðar kvøldarroðan í vestri, tá skýmingin sígur um landið – og náttin hevur sum kunnugt aðrar dygdir og dýpdir enn dagurin kann gruna, sum Viderø tekur til í Ferð mín til Jorsala.

 

Jú, Fámjin hevur annan sjónarring og søgu enn onnur støð.

 

Sigst, at navnið á bygdini stavar frá eini søgn úr 16. øld tá Doffin og sonur hansara róðu út vestanfyri. Eitt franskt skip lá og bíðaði eftir líkindum, og teir báðir feðgarnir bjóðaðu tveimum fronskum kvinnum á skipinum niður í teirra bát. Doffin og sonurin spurdu, um tær vildu sleppa at síggja kalva. Men tá tær vóru komnar niður í bátin, róðu teir av einslistum aftur til Vesturvíkar, sum Fámjin kallaðist tá, meðan franskmenninir umborð á skipinum róptu: Femme mien...femme mien! Tað merkir okkara kvinnur!

 

Síðani hevur bygdin itið Fámjin. Fronsku kvinnurnar settu síðan búgv við sínum nýggju hjúnafelagum, Doffanum og soninum,  í Fámjin, og tí sigst, at fólk í Fámjin enn hava franskt blóð í æðrunum.

 

Navnið á fjallinum, Gluggarnir, bera boð um útsýni og víðskygni.

 

Jú, evropeisku røturnar og sjónarringurin út í hav er eyðsýndur, og ivaleyst hevur hetta kynt ein sjálvbjargnisneista í unga og evnaríka Jens Olivuri Lisberg, tá hann fyrst í 20. øld leitaði sær niður til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði. Dreymur hansara var at taka við starvinum sum amtmaður í Føroyum, og saman við vinmonnum á Regensen, á Garði í Store Kannikestræde, í Keypmannahavn, sniðgav hann í 1919 – beint eftir fyrra veraldarbardaga – Merkið, sum Ninna Jacobsen seymaði, og seinn bleiv okkara tjóðarflagg.

 

Hin 22. juni 1919 vant Jens Olivur vant fyri fyrstu ferð Merkið á stong her í bygdini. Men longu árið eftir doyði hesin blaðungi maðurin av lungnabruna, og orðini “Ungur fórt tú felagsbróðir, tú vart drongur aðalgóður”, standa rist í gravstein hansara uttan fyri kirkjuna, har flaggið nú hongur trygt í glasskápi.

 

Longu tíðliga í 1920’unum flaggaðu fólk við nýggja føroyska flaggium, og enn eru tey stolt av á Regensen, at føroyska flaggið sá dagsins ljós har. Sjálvur var eg við saman við góðum fólki við til at skipa fyri flaggdagshaldi fyrst í hesi øldini á Regensen, og hesin siður livir enn, fjórðingsøld seinni.

 

--

 

Í dag er flaggdagur. Dagurin til minnis um, at føroyska flaggið var góðkent sum tjóðarmerki fyri 85 árum síðani. Vit minnast, at Merkið var viðurkent av bretum. Tí er tað nakað vit ynskja, er tað at verða viðurkend av øðrum.

 

Tá var seinna heimskríggj júst brostið á.

 

Føroyska flaggið er sostatt blivið til í ófrættakendum tíðum, og stríðið fyri at fáa egið flagg varð heldur ikki uttan strev. Tiltikin er eisini hendingin, tá Merkið varð hongt út gjøgnum loftsvindeygað á Tinghúsinum beint yvir av Vaglinum í 1930, og danska flagglínan kvett.

 

Men í 1940 vórðu Føroyar hersettar.

 

Bretska hersetingarvaldið kravdi, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi, og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipssíðurnar.

 

Kríggið var Føroyum dýrt, tí nógvir føroyskir sjómenn sjólótust, konur gjørdust einkjur, og børn faðirleys.

 

Men 25. apríl 1940 varð Merkið viðurkent av øðrum.

 

--

 

Neyvan nakað annar lutur ella symbol verður brúkt til so nógv ymist sum flaggið.  Bæði í gleði, ovfarakæti og í sorg.

 

Men nøkur sjálvfylgja er Merkið ikki. Í dag kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvat merkir Merkið, og hvat skulu brúka vit brúka tað til?

 

At liva við víðum sjónarringi merkir, at vit liva ikki einsamøll. Ja, nú nevndu vit, at ivaleyst er franskt blóð í æðrunum á suðuroyingum. Á sama hátt er arvurin og hugmyndirnar evropeiskar her á landi.

 

Gaman í kalla vit okkum serstøk tjóð – og tað eru vit eisini – og tað skulu vit vera.

 

Men øll ynskja vit felagsskap, og felagsskapur merkir eisini lív. Um ikki so langa tíð letur Famjinstunnilin upp, so farleiðin til og frá bygdini gerst dyggari og tryggari. Vónin er eisini, at Suðuroyartunnilin somuleiðis gerst veruleiki skjótt, so farleiðin til hinar oyggjarnar gerst betri og regluligari.

 

Men vit eru sum land og tjóð partur av einum størri felagsskapi, ið vit kalla Evropa, og tað skulu vit vera stolt av. Ikki minst í dag.

 

Líka sum Jens Olivur og hansara vinfólk teknaðu flaggið beint eftir eitt verðinskríggj, og flagg okkara varð viðurkent undir seinna kríggi, so liva vit eisini í dag í ófriðartíðum.

 

Bygdirnar eystanfyri líta ímóti einum granna, sum fyri bara fáum árum síðani leyp á eina grannatjóð. Russland leyp á Ukraina, og teirra kríggj er eisini okkara kríggj. Ukrainar i hópatali lata lív – eisini fyri okkum í okkara frælsa parti av Evropa.

 

Og her í bygdini kunnu vit líta vestur í hav, har stórveldið USA ikki er eins álítandi, og tað hevur verið.

 

Tað er altíð vandamikið at vera bundin av øðrum. Men tað merkir ikki, at vit ikki hoyra til nakrastaðni. Rótin rann tíbetur í aldargamla Evropa, sum við síni gomlu søgu eisini hevur nøkur virði, vit kunnu vera stolt av.

 

Gaman í hevur søgan hjá Evropa við sínum kríggjum og hjálondum síni lýti.

 

Men hyggja vit í ta stóru søguliga sjóneykuna, mugu vit í Evropa leita aftur til okkara grundvirði við frælsi og fólkaræði. Líkasum tráanum eftir at eiga egið flagg kom í romantiska tíðarskeiðnum fyrst í 19. øld, tá leitað varð aftur til gomlu virðini, á sama hátt kunnu vit í dag fegnast um okkara evropeiska siðaarv, har kristindómurin, upplýsing, fólkaræðið og mannarættindini eru hornasteinar undir okkara mentan.

 

Eftir fronsku kollveltingina í 1789 fóru fólk at spyrja seg sjálv, hvat er eitt land, hvat er eitt fólk, og hvat er eitt flagg?

 

Við lógartryggjaðum rættindum fingu vit rættindini at tosa, skriva – og ikki minst at savnast frítt, sum vit gera í dag til hetta flaggdagshald. Og við slíkari lóg skal land byggjast, sum hin jurakøni Jens Olivur helst kundi tikið undir við.

 

--

 

Nú tykist tó, sum fólkaræðið er undir trýsti bæði eystanfyri og vestanfyri, og ongantíð hevur verið týdningarmeiri at standa saman um okkara fedranna arv her í Evropa. Fedranna arv sum føroyingar, fedranna arv sum evropearar.

 

Merkið er eisini krossmerkið við kristna krossinum. Krossmerkinum, har krossvegirnir møtast, har vit kunnu hittast, um enn vit eru ymisk og fjølbroytt og kanska ósamd.

 

Í eini tíð, har sosialir miðlar og orðaskifti annars kunnu býta okkum upp í bólkar og seta okkum í básar, hevur ongantíð verið meira neyðugt at minnast okkara fedranna arv við almennum dannilsi, orðaskifti og upplýsing.

 

Tann, sum ikki kennir søguna 3000 ár aftur í tíðina, livir bert frá hondini í munnin, segði týska skaldið Goethe, og kenna vit ikki søguna, vita vit heldur ikki, hvagar vit stíga í hesi ótryggu tíð.

 

Kann vera, at Evropa er einsamalt, nú Russland er harðligt og aggressivt, og eingin veit, hvar tey í grundini hava USA.

 

Men hetta kann eisini vera gylti møguleikin hjá Evropa at finna fótafestið aftur sum ein lýsandi viti, tá talan um upplýsing og menniskjavirði.   

 

 

 

Tí hvat er tað, sum ger av virðið á einum menniskja?

 

Jú, tað er kærleikin! Eitt stórt orð, men eitt orð, sum bæði kann greiða frá alskinum og ástini millum tvey fólk, millum ættarliðini, men sum eisini er ein samanhangskraft í okkara vælferðarsamfelag, her vit pástanda, at hvørt mannalív er virðismikið.

 

Hesin tanki kemur ikki av ongum, men er ein partur av okkara tankagóðsi sum evropearar.

 

Líkasum suðuroyingar hava evropeiskt blóð, á sama hátt hava vit føroyingar ein evropeiskan arv at hjúkla um!

 

--

 

Nakrar øldir fyri Kristi føðing sat einaferð ein heimspekingur í gamla Grikkalandi. Hann æt Platon og er serliga kendur fyri sína læru um hugmyndirnar. Hann samanbar okkara tilveru við skuggamyndir á einum hellisveggi, har vit bara síggja skuggarnar – men tað, ið ger hesar skuggar, eru hugmyndirnar, hugskotini, idéirnar.

 

Jens Olivur Lisberg hevði eina hugmynd. Eina hugmynd, at vit skuldu hava eitt merki millum øll onnur merki. Sjálvur upplivdi hann ikki, at Merkið varð viðurkent, men vit kunnu takka honum fyri, at hann hevði hugmyndir – hin fríi tankin er enn sum áður grundarlagið undir okkara frælsa og framsøkna samfelag.

 

Tí missa vit tað, hvat eiga vit so eftir? Tað er sum onkur hevur sagt: Vit eru bert eitt ættarlið frá at missa okkara mál og mentan!

 

 

 

Skaldið Gunnar Hoydal lýsir í yrkingini ”Nalvi” Føroyar sum sjálvt knútapunktið, ið heldur øllum breiddar- og longdarstigunum á jørðini saman. Slitna hesini togini, fer heimurin at reka fyri vág og vind, og tá verður ikki lukkuligt, yrkir Gunnar skemtiliga. Men í góðum skemti býr altíð ein álvari.

 

Hvør skal siga: Vit kunnu gera mun! Føroyar kunnu gera mun! Evropa kann so sanniliga gera mun!

 

Kann vera, at vit eins og Jens Olivur ikki sjálv koma at síggja endaliga úrslitið, men hava vit áræði og dirvi, og kunnu hugmyndirnar gerast veruleiki.

 

Grundtvík, gamli, segði: Menniskja fyrst, síðan kristin.

 

Í dag, flaggdagin, kunnu vit siga: Føroyingur fyrst, síðan evropeari!

 

Við hesum fari eg biðja um Guðs signing yvir Føroyar, Evropa og heimsfriðin – og enn einaferð takk fyri heiðurin at verða boðin higar í dag!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

 

 

Myndir: EHS, J.E.B, N.J. Eysturberg, M. Mortensen