Fimm mál vórðu skrivað, tá løgreglan gjáramorgunin millum klokkan 7:15 og 9:00 í gjár kannaði ferðsluna á Fuglafjarðarvegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Annar fyri at koyra 110 km um tíman sum er beint undir markinum til treytaða frádøming. Hin fyri at koyra 90 km um tíman við einum bussi, sum ikki má koyra meira enn 70 km um tíman, og tá fella revsingarnar skjótari, enn tað vanliga við einum persónbili, sum kann koyra 80 km um tíman í óbygdum øki.
Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Tað fingu teir fyri at koyra ávikavist 120, 121 og 122 km um tíman, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í morgun, sum eisini kann staðfesta at bilførararnir høvdu ringa tíð á Fuglafjarðarvegnum hendan flaggdagsmorgun.
Í nátt hevur løgreglan tikin ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring. Tað var í Syðrugøtu, har ein bilur varð steðgaur við eina vanliga ferðslukanning klokkan 1:20 í nátt. Løgreglan fekk illgruna um, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann var tí handtikin eftir at hava blást í alkometrið hjá løgregluni. Síðani varð blóðroynd tikin, sum skal staðfest tað. Síðani var persónurin latin leysur aftur.
Í nátt hevur sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni verið friðarligt býnum í Havn.