Tríggjar spreingingar í Moskva

Ógreitt er, hvør orsøkin var til spreingingina, og ógreitt er eisini, um nakar var í bilinum, sum sprongdist á einum parkeringsplássi við eina handilsmiðstøð í Moskva

Í dag veit russiska tíðindastovan Tass at siga, at tríggjar spreingingar hava verið at hoyrt í Moskva í dag.

 

- Ein eldur kyknaði á einum parkeringsplássi við eina keypsmiðstøð, eftir at ein bilur sprongdist, veit Tass at siga.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur, og her verður víst til neyðhjálparfólk á staðnum.

 

Sambært miðlunum vóru tríggjar spreingingar at hoyra, samstundis sum roykur var at síggja við handilsmiðstøðina í Moskva.

 

Ógreitt er, hvør orsøkin var til spreingingina, og ógreitt er eisini, um nakar var í bilinum, sum sprongdist.