Fara at koppseta fyrstu føroyingarnar fyri korona í næsta mánað

Í fyrsta umfari fáa vit koppingarevni til 2.000 fólk og nú er gjørt av, hvør skal koppsetast fyrst

Um ársskiftið fáa Føroyar ta fyrstu sendingina av koppingarevni fyri koronu og í næsta mánað verður farið at koppseta fólk. Føroyingar fáa koppingarevni í fleiri umførum, og í fyrsta umfari fáa vit 4.000 skamtar og  tað røkkur til at koppseta 2.000 fólk.

Tað er greitt, nú ein ætlan er løgd fyri at, hvussu farast skal fram. Og avgerð er tikin um, at í fyrsta umfari verða tað starvsfólk í heilsuverkinum og í almannaverkinum, sum eru um sjúk og gomul fólk, sum verða koppsett fyrst.

Tey eru í stórum vanda fyri at verða smittað, og at smitta onnur, og tey fáa tilboðið fyrst fyri at tryggja, at hesi avgerðandi viðurskiftini í samfelagnum ikki brenna saman og tað verður bæði í Klaksvík, á Landssjúkrahúsinum og í Suðuroy, at tey fara at koppseta. Har sjúkrahús ikki eru, fara bilar at koyra runt við heilsstarvsfólki, sumfer at koppseta fólk.

Her er talan um læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, og onnur, sum eru um sjúk og veik.

Men dentur verður lagdur á, at koppsetingin er eitt tilboð – og hon er ókeypis, og so hvørt vit fáa fleiri skamta sum næsta ár líður, verða  eisini alsamt fleiri fólk koppsett. Tey næstu verða tey eldru yvir 65 ár og fólk við varandi sjúku, sum eru í serligum vanda, og at enda tey vaksnu í yngru.

Og dentur verður eisini lagdur á, at hóast vit nú fara at koppseta fólk, standa tilmælini um reinføri, frástøðu, sóttarhald, framvegis við.