Til teir veljarar, sum ikki ætla sær á fólkatingsval, vil eg siga, at tað er ein veruleiki, at vit eru framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmark. Tað ræður tí um at brúka henda møguleikan til at ávirka og tala okkara søk. Fólkatingssessurin hjá okkum er ein pallur uttanfyri landoddarnar, har vit kunnu gera vart við okkara støðu og føra okkara sjónarmið fram.
Fólkaflokkurin hevur áður víst, at tað kann geva úrslit. Tað ræður um at brúka allar teir møguleikar, sum vit hava at føra okkara áhugamál fram, bæði her heima og aðrastaðni. Tað er umráðandi, at vit hesuferð fáa eitt borgarligt umboð. Besta borgarliga umboðið fæst við at velja fólkaflokkin á fólkatingsvalinum tann 31. okt. Farið á val og brúkið hendan møguleikan. Tað hevði glett meg persónliga at fingið eina álitisváttan frá veljarunum á fólkatingsvalinum.
Við vón um eitt gott fólkafloksvæl.