Ferðavinnan: Ein glotti at hóma hjá summum - onnur standa í stað

Landsstýrið hevur boðað frá, at 15. juni verður ferðafólkasambandið til útheimin lættari. Sóttarhaldið skal burtur, og ferðandi úr ríkisfelagsskapinum og Íslandi sleppa aftur til Føroya. Í sama viðfangi er Visit Faroe Islands farið undir nýtt lýsingarátak, og hjá summum fyritøkum í ferðavinnuni sæst hetta aftur í bókingunum. Hjá øðrum ferðavinnufyritøkum er støðan kortini óbroytt

Tá koronakreppan breyt út, og loftferðslan til Føroya fór niður í einki, var Hotel Hafnia ein av ferðavinnuveitarunum, sum vóru heilt illa raktir.

Í samrøðu við Sosialin tá segði Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia, at virksemið var farið niður í einki, og øll starvsfólkini undantikið tey fastløntu, vórðu send í ALS skipanina. Eftir var bert ein heilt lítil manning, ið skuldi taka sær av teimum gistandi, ið framvegis vóru á hotellinum, og sum skuldi taka sær av at avgreiða allar avlýsingarnar, ið komu.

Nú vendir kortini hin vegin aftur, og avlýsingar eru so smátt vorðnar til bíleggingar.

– Vit hava sæð áhuga úr Danmark, og onkrar einkultar bíleggingar eru komnar úr Íslandi. So okkurt er hent, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Tá Føroyar fóru upp aftur í ferð í farna mánaða, valdi Hotel Hafnia at marknaðarføra seg til føroyingar.

– Vit vendu marknaðarføringini 200 stig og marknaðarførdu okkum her heima ístaðin. Vit fingu eitt sindur burturúr, og alt ger mun í hesi tíðini. Tað kann sjálvandi ikki samanberast við árið í fjør, men tað hevur hildið lív í, og tað hevur eisini merkt, at vit kundu hava fólkini til arbeiðis.

 

Marknaðarføringin vendast aftur

Nú er kortini uppafturlatið úteftir, og Pætur Trónd Thomsen fegnast um lýsingarátakið, ið Visit Faroe Islands setti í gongd fyrr í vikuni, har Guðrið Højgaard gav Mette Frederiksen, forsætisráðharra, eina áminning um, at Føroyar eru framvegis til.

Eins og Visit Faroe Islands fer Hotel Hafnia nú eisini í gongd við marknaðarføringina uttanlands.

– Vit seta sjálvandi onkur átøk í gongd fyri at lokka fólk hendan vegin. Vit hava havt øgiligar avlýsingar - avlýsingar fyri nógvar milliónir - so tað er positivt, at tað letur upp aftur nú, og at vit fáa gestir úr útlondum.

Tað er kortini ov tíðliga at siga, hvussu summarið og vanliga hásesongin fer at vera, metir Pætur Trónd Thomsen.

– Virksemið er ikki komið ordiliga upp at koyra enn, og tað er ov tíðliga at siga, hvussu summarið fer at vera. Í løtuni royna vit at gera okkum eitt yvirlit yvir, hvørja bólkar fara at koma, og hvørjir ikki fara at koma. Vit eru langt frá har, sum vit skuldu verið, men vit eru optimistisk.

 

Hotel Brandan letur upp 1. juli

Optimisman er eisini at síggja í avgerðunum hjá felagnum, tí avgerð er nú tikin um, at nýggja Hotel Brandan letur upp 1. juli.

Eftir ætlan skuldi hotellið latið upp 1. mei, men tær ætlanirnar vórðu sleptar, tá koronakreppan breyt út. Nakrar bíleggingar eru komnar úr útlondum, og samstundis sum at Hafnia fer undir lýsingarátøk, er ætlan nú tikin um at hava opið hús 27. juni, og síðani at lata dyrnar upp 1. juli.

 

Høvdu bert sjey leigubilar

Áhugin og eftirspurningurin úr útlondum er eisini so smátt farin at merkjast hjá 62N, ið hevur stóra bilaútleigu.

Virksemið hjá 62N bilaútleiguni var so at siga steðgað upp, tá ferðafólkaflutningurin til Føroya steðgaði, men nú byrjar aftur at ganga hin vegin aftur.

– Vit duga væl at síggja, at mynstrið er broytt eitt sindur. Nú eru vit byrjað at fáa nakrar bíleggingar. Vit síggja eisini eina broyting á ferðaskrivstovuni, sum jú selir ferðir til Føroyar. Har eru nógvir fyrispurningar um at siga frá, tá Føroyar fara at lata upp. So nú síggja vit okkurt av virksemi, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62N.

– Um vit koma upp á tað støðið, sum vit roknaðu við áðrenn, ivist eg kortini í, sigur Bergur Thomsen.

Hetta merkir eisini, at ein partur av starvsfólkahópinum kemur ikki til arbeiðis aftur fyribils.

Tá koronakreppan av álvara rakti her heima, varð so at siga allur starvsfólkahópurin sendur til hús, eisini stjórin. Og hóast nøkur eru nú komin aftur til arbeiðis, verður tað kortini ein løta, áðrenn virksemið er við tað gamla aftur.

– Tað allarmesta av starvsfólkinum kemur ikki aftur fyribils, ásannar Bergur Thomsen.

 

Trýstu á stopp knøttin

62N hevur leasing avtalu við bilsølu í Havn, so felagið eigur ikki bilarnar sjálvt. Hetta kom eisini væl við, tá avlýsingarnar byrjaðu at koma, tí 62N megnaði at "trýsta á stopp knøttin", sum Bergur Thomsen málber seg, áðrenn bilarnir komu til 62N.

Eftirspurningurin eftir bilum gjørdist eisini so lítil, at tá harðast stóð á, hevði 62N bert sjey bilar í flotanum.

– Tað var nokk eisini fimm bilar ov nógvir, sigur Bergur Thomsen.

Tí frøðist Bergur Thomsen eisini um, at landið nú so smátt letur upp aftur, og útlendsk ferðafólk aftur kunnu leggja leiðina til Føroya. Koronatíðin hevur verið merkt av stórari óvissu, og tí verður gott at sleppa til verka aftur.

– Sjálvandi spekulera vit uppá, hvat skuldi henda, tá landið lat upp aftur; um tað var so, at bíleggingarnar komu bóltandi inn. Men tað í øllum førum positivt, at bíleggingarnar byrja at koma aftur. Tað, sum er mest umráðandi, er, at vit lata upp aftur. Tað er soleiðis, vit forvinna pengar. Vit eru ikki sett í verðina fyri at fáa hjálparpakkar - tað skal helst vera fyribils.

Tá spurdur um, hvørjar vónir felagið hevur til summarið, er Bergur Thomsen varin.

– Tað er ilt at siga. Vit hava ein einfaldan taktikk, sum sigur, at so skjótt vit lata upp aftur, so koyra vit á og royna at fáa sum frægast burturúr.

 

Eingir glottar at hóma hjá bussvinnuni

Tað eru kortini ikki allar fyritøkur í ferðavinnuni, ið eru eins bjartskygdar um komandi tíðina.

– Tað er steindeytt, sigur Magni Mouritsen, sum eigur og rekur bussfelagið MB Tours.

– Allir útlendsku bólkarnir eru avlýstir til og við 1. august. Møguliga kemur ein bólkur um miðjan juli, men annars hevur alt avlýst. Vit hava við ferðamannaskipini at gera, og har er steindeytt. Har kunnu tey ikki broyta meining við at knipsa við fingrunum, sigur Magni Mouritsen og sipar til, at tey, ið leiga bussferðir, eru aloftast bólkar, ið koma við mongu ferðamannaskipunum, ið liggja á havnini um summarið.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn er framvegis ein langur cruise call listi, men listin er ikki dagførdur. Fleiri skip skulu takast av listanum, og boðini frá Tórshavnar havn eru, at avlýsingarnar koma framvegis.

Sostatt gongur ikki somu leið hjá ferðamannaskipunum, sum tað ger við hinari ferðafólkaferðsluni.

 

Summarið er farið

Magni Mouritsen sigur seg eisini vera rættiliga svartskygdan í mun til, hvussu summarið fer at vera.

– Eg havi ikki nakrar vónir til summarið. Eg eri rættiliga pessimistiskur, fyri at siga tað, sum tað er.

– Um tey vænta, at bara vit lata upp aftur hálvan juni, so fara fólk at koma rapandi inn, so veit eg ikki, hvørjari dreymaverð tey liva í.

Magni Mouritsen vísir kortini á, at í Danmark er latið upp aftur móti Týsklandi, og í so máta skuldu týskarar eisini havt høvi at komið til Føroya, tí ferðslan millum Føroyar og Danmark skal lata upp. Magni Mouritsen hugsar tí, at tað hevði verið eitt upplagt høvi at fingið týskarar at koma til Føroya, bæði við ferðamannaskipi og flogfari.

Hetta er annars tíðin, tá føroyskar fyritøkur plaga at fara útferðir, og Magni Mouritsen væntar at fáa onkran túr burtur úr tí.

– Alt hjálpir, men hetta hjálpir lítið í heildarmyndini, sigur Magni Mouritsen.

 

Sitat 1: Vit eru langt frá har, sum vit skuldu verið, men vit eru optimistisk

Sitat 2: Vit eru ikki sett í verðina fyri at fáa hjálparpakkar - tað skal helst vera fyribils

Sitat 3: Eg havi ikki nakrar vónir til summarið. Eg eri rættiliga pessimistiskur, fyri at siga tað, sum tað er.