Tiltak: Eitt føroyskt mannarættindaráð?

Tíðindaskriv:

Í 2016 lat táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, eitt tilmæli um eitt føroyskt mannarættindaráð gera. Eftir at tilmælið varð handað í 2017 hava vit ikki hoyrt nógv um tað ella um ein føroyskan mannarættindastovn.

Í Amnesty halda vit, at tað er upp á tíðina, at vit finna tilmælið fram aftur og fáa mannarættindaráðið aftur á dagsskrá. Tí seta vit evnið á skrá á tiltaki týskvøldið 29. apríl kl. 20 við framløgu og politiskum orðaskifti.

Margretha Nónklett var forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið, og á tiltakinum fer hon at greiða frá endamálunum við mannarættindaráðum, hvussu slík ráð kunnu skipast og hvørjir boð arbeiðsbólkurin hevði uppá, hvussu eitt føroyskt mannarættindaráð kundi skipast.

Aftaná framløguna skifta Bjarni K. Petersensen (landsstýrismaður í lógarmálum), Hervør Pálsdóttir (forkvinna í Rættarnevndini) og Helgi Abrahamsen (næstformaður í Rættarnevndini) orð um mannarættindaráð, avleiðingarnar av at vit ikki hava eitt slíkt ráð og hvørt vit áttu at arbeiða fyri at fingið eitt. 

Titakið verður í Perluni týskvøldið 29. apríl kl. 20. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.