FO Tatt Fest fer av bakkastokki um tríggjar vikur!

Um einans tríggjar vikur verða dyrnar aftur latnar upp til FO Tatt Fest.

Tíðindaskriv:

 

Enn eina ferð verður Tatt Fest hildin í Dansifrøi, og toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at bjóða vælkomin til eitt vikuskifti við nógvari tatoveringalist, tónleiki og festligum upplivingum. 22 tatovørar úr øllum heiminum og 1 piercari eru spent upp á at prýða føroyskar kroppar við vøkrum listaverkum. Tú kanst lesa meira um tatovørarnar og teirra stílar við at vitja heimasíðu okkara tattfest.fo ella við at fylgja okkum á sosialu miðlunum @fotattfest.

FO Tatt Fest 2025 byrjar fríggjadagin 16. mai kl. 14, heldur fram leygardagin 17. mai og endar sunnudagin 18. mai kl. 18. Keypir tú tær eitt Vikuskiftispass til FO Tatt Fest 2025, hevur tú eisini atgongd til stóru konsertina í OY leygarkvøldið við bólkunum Bloody Dice og KATLA. Konsertin verður hildin í samstarvi við OY. Tað er eingin ivi um, at hetta verður bæði vilt og óvanliga gott! Tú kanst longu nú tryggja tær atgongumerki við at keypa eitt Vikuskiftispass til FO Tatt Fest 2025 á atgongumerki.fo.

FO Tatt Fest 2025 verður hildin við stuðli frá OY, Tórshavnar Kommunu og KT Húsinum. 

 

##med2##

 

##med3##