Fimm stig til EB/Streym og tvey stig til B68

EB/Streymur tapti ikki fyri B68 hetta kappingarárið

EB/Streymur vann tann eina heimadystin móti B68, og megnaði tveir javnleikir móti B68 á Svangaskarði hetta kappingarárið.

 

Fleiri í EB/Streyms-leguni halda, at B68 í 2-2 javnleikinum á Svangaskarði ígjár fekk eitt brotsspark av órøttum. So tað kundu blivið til tveir sigrar til EB/Streym móti B68 í Betrideildini í 2023.

 

Men hvat er og ikki, so endaði tað við einari úrtøku fyri hetta kappingarárið, ið er fimm stig til EB/Streym og tvey stig til B68.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 4-2 til EB/Streym.

 

B68-EB/Streymur 0-0 - 16. apríl

 

EB/Streymur-B68 2-0 (2-0) - 10. juni

 

B68-EB/Streymur 2-2 (2-1) - 24. september

 

Kelda: FaroeSoccer